Altjóða diabetisdagur í dag:

Diabetesfelag Føroya

Tíðindaskriv

Tann 14. novembur er altjóða diabetesdagur, og verður gjørt vart við henda dag kring allan heimin. Í ár verður høvuðsdenturin lagdur á sukursjúku og lívsstíl, tí broytingar í lívsháttinum fáa stóra skuld fyri ta ógvusligu øking í hesi sjúku. Henda øking sæst kring allan heimin, og alt bendir á, at økingin verður enn ógvusligari í framtíðini.

 


Talið á teimum, sum fáa sukursjúku, veksur skjótt. Í 1985 høvdu 30 milliónir fólk í heiminum sukursjúku. Í 1998 var talið økt til 143 milliónir, og væntandi hava 300 milliónir fólk sukursjúku innan ár 2025. Tað vil siga ein 10-falding uppá 40 ár.

Hvør er so orsøkin til hesa øking? Fyrst og fremst er ein orsøk tað økta fólkatalið í heiminum, men eisini ósunnur matur, vit viga ov nógv, vit sita ov nógv still og eru ov bangin fyri at røra okkum, eru orsøkir til hesa ógvusligu øking.

Kring allan heim broytast kostvanar og lívsstílur hjá fólki, og harvið økist vandin at fáa sukursjúku skjótt, og harvið eisini vandin fyri teimum lívshættisligu fylgisjúkum, sum ofta koma í kjalarvørrinum á sukursjúku.

Altjóða Diabetesfelagið, IDF, hevur gjørt eina ætlan í fýra punktum um lívsstíl. Royna vit at fylgja hesum ráðum, kann hetta føra til ein sunnari lívsstíl. Hetta eru góð lívsráð, eisini um tú ikki hevur sukursjúku.

1. Etið fjølbroytt

At eta fjølbroyttan mat, har dagliga verður etið frukt og grønmeti, hjálpir at halda blóðsukrið regluligt og at halda vektina. Fólk, sum hava sukursjúku, hava sama tørv fyri mati sum onnur, og øll hava gott av fjølbroyttum kosti.

2. Rørið tykkum meira

At røra seg meira hjálpir at halda kroppin í form. Rørðsla brennir kaloriir, minkar um feittið í kroppinum og økir um vøddarnar. Rørðsla minkar blóðsukrið, júst sum insulin ger, og hjálpir kroppinum at brenna sukrið betur.

3. Spyr eftir góðum heilsuupplýsingum

Insulin minkar blóðsukrið. Um tú hoyrir til bólkin, sum dagliga fær insulin ella tekur tablettir fyri sukursjúku, so hevur tú brúk fyri regluligum blóðsukurkontrollið, og tá er eisini umráðandi at fá góð medicinsk ráð, so kroppurin sjálvur kann hjálpa til.

4. Eitt gott socialt lív

Eitt gott socialt lív, har tú bæði gevur tær tíð at taka tær av løttum, men eisini at røra teg saman við familju ella vinum, minkar um vandan fyri strongd og harvið eisini vandin fyri at fáa sukursjúku.

Minst til, heilsa tín er í tínum egnu hondum.