Altjóða Tubbaksfríur Dagur í Klaksvík: Klaksvíkar býur - Roykfríur

Hetta var bert eitt av teim mongu slagorðunum, sum roykibólkurin hjá báðum fólkaskúlunum í Klaksvík hevur fingið sendandi inn í sambandi við Altjóða Tubbaksfría dagin, sum eisini varð hildin í Klaksvík

Royking
Ragnhild Ellingsgaard

Klaksvík:
Skúlarnir báðir høvdu lagt stórt fyri, tá Altjóða Tubbaksfríi dagurin hósdagin varð hildin í Klaksvík.
Allir næmingarnir á báðum skúlunum vóru býttur sundur í tveir bólkar, har tann eldri helt til í aulini í Skúlanum við Ósánna, meðan teir yngru næmingarir vóru savnaðir saman í fimleikarhøllini í Skúlanum á Ziskatrøð.
Á skránni vóru ymisk tiltøk, sum skulu verða við til at fáa boðskapin um vandamikla royking út til ungdómin.

Gandakallur úr Týsklandi
Tiltøkini fevndu um tónleik, fyrilestur, sjónband og ymiskt annað. Men tað, sum børnini uttan iva hildu vera stuttligast, var gandakallurin, sum var komin allan vegin úr Týsklandi til Klaksvíkar at halda Tubbaksfrían dag.
Føroya Bjór hevði boðið gandakallinum hendan vegin, og hevði hesin gandakallur eisini fingið nýtt navn, nú hann vitjaði Klaksvík. Navn hansara var nevniliga Jolly, og hetta hildu børnini vera óføra stuttligt.
Gandakalllurin hevði nógv at vísa børnunum. Hann átti eina rúgvu av ballónum, sum hann síðan gjørdi til ymsar figurar og gav børnunum. Og børnini vóru púra vill eftir at sleppa at eiga okkurt av øllum hesum, sum gandakallurin dugdi at gera.
Men ballónurnar vóru ikki tað einasta, ið gandakallurin dugdi at spæla við.
Einaferð bað hann tí eini lærarinnuna komu upp á pallin saman við sær. Hon skuldi leggja seg á ein bonk, og síðan tók gandakallurin bonkin undan henni. Men lærarinnan datt ikki á gólv ? nei, hon var hangandi í berari luft, til gandakallurin hjálpti henni aftur á føtur.
Hetta dámdu børnunum væl, og rópini frá teimum hoyrdist um allar geilar.
Umframt gandakallin Jolly var eisini tónleikur við Karl Martin Samuelsen á skránni, og dugdi hann bara væl at fáa børnini við.

Roykfríir skúlar
Tiltakið hósdagin var bert ein partur av eini langtíðarætlan, sum Heilsunevndin í Klaksvíkar Býráð saman við báðum fólkaskúlunum, er farin í holt við.
Endamálið við hesi verkætlan er at gera báðar skúlarnar roykfríar, áðrenn alt ov long tíð er farin.
Ein arbeiðsbólkur varð í hesum sambandi settur, og fekk hann til uppgávu at skipa fyri ymsum tiltøkum í sambandi við tí fyribyrjgandi arbeiðnum, sum gjørt verður.
Bólkurin er mannaður av tveimum umboðum fyri lærarnar í báðum skúlunum, og eisini formanninum í Heilsunevndini hjá Klaksvíkar Býráð.
Í sambandi við Atjóða Tubbaksfría dagin skipaði hesin arbeiðsbólkur eisni fyri eini teknikapping og eini slagorðskapping, og vinnararnir av hesum kappingum fingu so virðislønir teirra handaðar hósdagin.
Sjálvur borgarstjórin, Steinbjørn Jacobsen, handaði næmingunum virðislønir teirra, sum vóru eitt gávukort frá fløguhandlinum Leikalund í Klaksvík.