Altjóða kvinnudagur í Ribarhúsi

Í kvøld klokkan 19.30 verður tiltak í Ribarhúsi í Fuglafirði við fyrilestrum, uppleggum og tónleiki.

Í kvøld klokkan 19.30 verður tiltak í Gallarí Ribarhúsi í Fuglafirði við fyrilestrum, uppleggum og tónleiki.

 

Hetta er eitt ókeypis tiltak, sum er ætlað bæði kvinnum og monnum.

 

Hvør er støðan hjá kvinnum í Føroyum í dag? Fáa tær loyvi til at virka fult í ymiskum kvinnuleiklutum í dagsins samfelag?

 

Í Gallarí Ribarhúsi í kvøld - altjóða kvinnudagin - verður serliga varpað ljós á støðuna hjá útlendskum kvinnum í Føroyum. Her sæst eisini framsýningin "Grind í karry", ið snýr seg um tjóðskaparligt fjølbroytni í Føroyum.

 

Meira kann lesast um skránna á heimasíðuni hjá Fuglafjarðar kommunu www.fuglafjordur.fo