Altjóðahúsið letur upp í Heinesenshúsum

Integratiónstoymið hjá Tórshavnar kommunu fer undir átakinum Altjóðahúsið nú at húsast í Heinesenshúsi á Tinghúsvegi 12.

 

Nú mentanarnátt er, verður opið hús í Heinesenshúsi frá klokkan 17 til 20 fríggjadagin 7. juni.

 

Høvi verður at tosa við integratiónstoymið hjá Tórshavnar kommunu. Eisini verður tónleikur og okkurt gott til góman.

 

Altjóðahúsið verður í framtíðini karmur um virksemið hjá integratiónstoyminum.