Lat tað verða sligið fast beinanvegin, at fakfeløgini fara ikki at viðgera uppskot, sum liggja á hesum borðinum, sum hesir báðir nú komu fram við hendan dagin, ? og tað er eisini klárt og greitt boðað frá, tá seinasta royndin varð gjørd í 1989 og eisini seinni.
Fakfeløg hava áður víst á, at helst kann ein meira liðilig skipan setast í verk í sambandi við gerðarrættin. Vit kunnu kanska kalla tað ein víðkaður gerðarrættur, sum allir partar á arbeiðsmarknaðinum semjast um at seta í verk. Vit leggja eisini til merkis, at landsstýrismaðurin Kristian Magnussen, sum varðar av hesum í landsstýrinum, eisini er av tí áskoðan, at ein broyting má verða gjørd í semju við arbeiðsmarknaðin. Og tað er at fegnast um.
Men tað sum fyrst og fremst fekk meg til at gera hesa viðmerking, eru tey orð, sum løgtingsmaðurin Bjørn á Heygum kemur við í samrøðu við Dimmalætting fríggjadagin 30. jan., eftir »fleingjuna« frá Kristjani Magnussen.
Bjørn sigur m.a.: »Í løtuni valda kaotiskir tilstandir innan hetta økið. Og hetta kann onki framkomið ella siviliserað samfelag liva við. Vit kunnu ikki bara lata standa til« ? verandi støða minnir mest um lógloysi og onki samfelag kann liva við tí?« At tað so eru elementir í samfelagnum, sum síggja sær fyrimun og sum eisini gera sær dælt av, at ongar reglur eru á hesum øki, tað er ein annar spurningur. Hesi ynskja ikki skipaði viðurskiftir og síggja ein fyrimun í, at tað er tað reina kaos á økinum«.
Hetta eru álvarsligar og grovar ákærur, sum settar verða fram, uttan tó at nøkur adressa er til hesar skuldsetingar. Tað kann als ikki góðtakast, at ein av landsins kosnu monnum kemur við hesum óundirbygdu skuldsetingum, og fari eg tí at biðja Bjørn á Heygum at grundgeva fyri hesum skuldsetingunum og greiða nágreiniliga frá, hvør tað er sum fremur lógloysi, ikki ynskir skipað viðurskifti, sær ein fyrimun av at kaos valdar og ger sær dælt av støðuni. Vit hava øll, sum varða av arbeiðsmarknaðarviðurskiftum, krav uppá at fáa eitt útgreinað svar.
Gunnleivur Dalsgarð,
formaður í
Starvsmannafelagnum