Amerikanarar vildu ikki privatisera teirra postverk

Í Føroyum tykist ”gandaorðið” enn at vera ”privatisering”. Men í kapitalistiska ”heimlandinum” U.S.A., verða sanniliga gjørd undantøk.

Sí greinina úr ”Klassekampen” og les, hví amerikumenn IKKI valdu at ”PRIVATISERA” postverkið har!!

Í Føroyum valdu vit at privatisera Postverk Føroya. Nærmast øll argument ella knep vórðu nýtt í fjølmiðlunum at rættvísgera hesa gerð.

Føroya Tele, SEV, Atlantic Airways vm. Standa fyri tørni ella hvussu?

Á sinni var fakfelagið ”Føroya Postfelag” kroyst upp í ein krók. Úrslitið var eisini, at starvsfólk við høgum starvsaldri vóru diskriminerað, m. a. vóru fleiri uppsøgd. Tað seinasta nýggja er, at tey eldru postboðini við vunnari endaløn – nøkur eru har enn - í einari umlegging kanska skulu kroystast inn at arbeiða? Ynskir leiðsla og partafelagsnevndin at varðveita hesi starvsfólk yvirhøvur?

Í hesum døgum verður so lýst eftir ungum postbodum, sum helst ongantíð koma at fáa eina endaløn. Ella hvussu? Hvussu verða tey lønt og kanska útlendingar við, nú hurðarnar verða lætnar upp fyri teimum? Verða tey limir í fakfeløgunum?

Eru tad t. d. slíkar leiðslur, sum hon á Postverki Føroya, ið banka á dyrnar í Vinnuhúsinum, í Landsstýrinum og hjá løgmanni við? - og krevja, at hurðarnar eiga at standa víðopnar fyri útlendingum? Hetta fyri at sleppa at ”hoppa bukk” við sáttmálar t. e. vunnin rættindi hjá fakfeløgunum.

Eg havi ikki nakað í móti einari varligari broyting av útlendingalógini; men tað skal vera við skili. Hetta er eitt lítið land, og fakfeløgini eiga avgjørt at verða við í hesum arbeiði.

Annars hava amerikumenn skilt, hví tað bara ikki altíð er rætt at privatisera; vinarliga sí greinina.

Góðu tit Ingeborg, Hans og onnur við: Takið tykkum ikki av tí, um tit verða skírd ”ómøgulig” og so hitt ”globalisering, skilja tit ikki”? Tað hava onnur roynt m. a. gamla Føroya Postfelag; men søgan hevur víst, at tey høvdu veruliga nakað at vera bangin fyri. Standið tí fast!