Heimsins størsti flogberi kom heim aftur til USA leygardagin eftir umleið 11 mánaðir í úti. - Mynd: John Bellino/Ritzau Scanpix

Amerikansk flogberin kemur heim eftir Iran-kríggj

Amerikanski flogberin USS "Gerald R. Ford" - heimsins størsta - kom leygardagin aftur til USA eftir at hava verið úti í 326 dagar.

Heimsins størsti flogberi kom heim aftur til USA leygardagin eftir umleið 11 mánaðir í úti. - Mynd: John Bellino/Ritzau Scanpix

Hetta er longsta útseting hjá einum amerikanskum flogbera síðani Vietnamkríggið, upplýsir amerikanska verjumálaráðið.

USS "Gerald R. Ford" hevur luttikið í virksemi í Karibia og Miðeystri.

Í Karibia hevur USA framt eina røð av álopum á mistonktar um rúsevnasmuglarar á sjónum.

Í januar varð táverandi forsetin í Venezuela, Nicolás Maduro, tikin frá valdinum av amerikanskum serdeildum í einum stórum hernaðarligum átaki.

Skipið varð síðani sent til Miðeystur at luttaka í krígnum móti Iran, sum USA og Ísrael settu í verk 28. februar.

Ein stórur eldur umborð á skipinum fekk flortan at taka 337 metrar langa skipið úr krígsøkinum.

 

/Ritzau/

 

 

 

Heimsins størsti flogberi kom heim aftur til USA leygardagin eftir umleið 11 mánaðir í úti. - Mynd: John Bellino/Ritzau Scanpix