Tað sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýrisvkinna, í svari til fyrispurning frá Kristiani Krog Hentze, løgtingsmanni Fólkaflokksins, sum setti henni ein ein grein 52a fyrispurning um ognartøku av festijørð eftir byggi- og býarskipanarlógini
Hann spurdi soleiðis:
– Nær fer landsstýriskvinnan at steðga ólógligu ognartøkuni av lendi og vatni í Heimastahaga Norðaripartur í Skálavík?
Í svarinum ger landsstýriskvinnan greitt, at hon kann ikki leggja til grund fortreytina í spurninginum um, at ein ólóglig ognartøka er framd í Skálavík. Spurningurin um, hvørt ein ítøkilig avgerð um ognartøku er lóglig ella ikki, verður at avgera av røttum kærumyndugleika ella av dómstólunum.
– Harnæst er at siga, at landsstýriskvinnan ikki er góðkennandi myndugleiki, eftirlitsmyndugleiki ella kærumyndugleiki viðvíkjandi kommunalum avgerðum um ognartøku. Løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir gevur ikki landsstýriskvinnuni heimild til at steðga, ógilda ella broyta eina kommunala avgerð um ognartøku. Sambært § 10 a í lógini kunnu avgerðir, sum kommuna hevur tikið við heimild í lógini ella í byggisamtykt, kærast til Føroya Kærustovn, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen.
– Tað er sostatt Føroya Kærustovnur og ikki landsstýriskvinnan, sum er tann fyrisitingarligi myndugleikin, ið kann taka støðu til eina kæru um eina slíka kommunala avgerð, sigur hon.
– Spyrjarin vísir í viðmerkingunum til fyrispurningin til svar upp á § 52 a fyrispurning nr. 52-099/2025 frá Jacobi Vestergaard, løgtingsmanni, til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, dagfest 03.03.2026, har Uttanríkis- og mentamálaráðið staðfestir, at § 12, stk. 1, í løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir ikki gevur kommunum heimild til at ognartaka almenna ogn ella festijørð.
– Henda staðfestingin av, hvat ein lógaráseting merkir, knýtir seg ikki til nakað ítøkiligt mál, hóast spyrjarin í spurninginum vísti til ávíst ítøkiligt mál sum høvi til at seta fyrispurningin. Ein generell staðfesting av, hvat ein lógaráseting ítøkiliga ásetir, er ikki tað sama sum ein ítøkilig avgerð viðvíkjandi einum ítøkiligum máli. Ein ítøkilig fyrisitingarlig avgerð byggir á eitt upplýst faktiskt og rættarligt grundarlag, sum verður fingið til vegar av tí myndugleika, sum hevur formligan førleika til at taka avgerð í málinum. Viðvíkjandi ítøkiliga málinum, sum spyrjarin vísir til, hevur landsstýriskvinnan ikki formligan førleika til at taka avgerð í málinum, sigur hon.
Landsstýriskvinnan sigur at enda í svarnum, at av omanfyri nevndu orsøkum, hvørki kann ella skal hon taka støðu til ella meta um kommunalu avgerðina um ognartøku, sum spyrjarin vísir til.
– Landsstýriskvinnan hevur einki sakligt grundarlag fyri og onga lógliga heimild til at leggja seg út í ítøkiliga málið um ognartøku, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen landsstýriskvinna.










