Volodymyr Zelenskyj váttar stórálop á Moskva í nátt

- Fjarstøðan úr Ukraina til Moskva er fleiri enn 500 kilometrar, og hóast Moskva-regiónin er væl vard, megna vit at bróta ígjøgnum russisku loftverjuna, sigur ukrainski forsetin

 

Fyrrapartin váttaði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, at Ukraina í nátt framdi sítt størsta álop á Moskva í meira enn eitt ár. 

 

Ukrainska trygdartænastan SBU sigur, at ukrainsku dronurnar eitt nú raktu eitt russiskt oljureinsiverk.

 

- Álop á verjuídnaðin, hernaðarstrukturin og oljustøðir minka um møguleikarnar hjá fíggindanum at halda fram við krígnum móti Ukraina.

 

SBU sigur á Telegram, at hóast Moskva-regiónin er hin best varda í Russlandi, er regiónin ikki trygg mótvegis ukrainskum álopum.

 

Fýra fólk í Russlandi vórðu dripin í ukrainska álopinum, og 12 fingu løstir, siga russisku myndugleikarnir í dag.

 

Reuters og AFP vita at siga, at Ukraina eisini leyp á í øðrum landslutum í Russlandi, umfram á oynni Krim, sum Russland tók frá Ukraina í 2014.

 

Í russiska verjumálaráðnum siga tey í dag, at russiska loftverjan skeyt 556 ukrainskar dronur niður í nátt.

 

Fyrrpartin í dag hevur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, váttað, at Ukraina stóð aftanfyri álopini á Russland í nátt.

 

##med2##

 

Á Telegram sigur hann, at ukrainska álopið kemur eftir áhaldandi russisk álop á býir og lokalsamfeløg í Ukraina.

 

- Fjarstøðan úr Ukraina til Moskva er fleiri enn 500 kilometrar, og hóast Moskva-regiónin er væl vard, megna vit at bróta ígjøgnum loftverjuna, sigur Volodymyr Zelenskyj á Telegram.

 

 

 

 

 

Svartur roykur stendur úr oljureinsiverki í Moskva eftir ukrainskt dronuálop í nátt