Grønland endaði á øðrum plássinum í norður- og millumamerikanska meistaraskapinum í hondbólti hjá monnum.
Grønland, ið hevur Inga Olsen sum hjálparvenjara tapti í finaluni, ið var leikt í Bettendorf í deilríkinum, Iowa í USA stórt fyri vertstjóðini.
USA vann finaluna 32-18. Í fyrra hálvleiki var Grønland betri við, og í steðginum var støðan 13-10 til USA. Í seinni hálvleiki var USA greitt betri, og vinnur sostatt gull, og sleppur harvið til HM-endaspælið í Týsklandi.
Grønland megnaðu tó í bólkaspælinum at vinna greitt á Kanada og Meksiko.











