Amerikanskir politikarar vitja í Grønlandi

Einki verður sagt um, hvørjir amerikansku politikararnir eru, sum amerikanska konsulátið sigur koma á vitjan í Nuuk

 

Amerkanska konsulátið í Nuuk veit at siga, at amerikanskir politikarar, bæði demokratiskir og republikanskir, koma á vitjan í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk, um vikuskiftið.

 

Politikararnir koma í einum flogfari hjá amerikansku stjórnini. Undir vitjanini í Grønlandi skulu teir vitja grønlendsku stjórnina og umboð fyri grønlendskt vinnulív.

- Endamálið er at fáa eitt betri forstáilsi av sjónarmiðjunum hjá grønlendsku stjórnini og grønlendska fólkinum, og eisini skulu viðurskiftini millum Grønland og USA umrøðast, skrivar konsulátið.

 

Einki verður sagt um, hvørjir amerikansku politikararnir eru, sum koma á vitjan í Nuuk.

 

Fyri tveimum vikum síðan segði grønlendski fólkatingslimurin, Aaja Chemnitz, at republikanski senatorurin úr Alaska, Lisa Murkowski, skuldi koma til Grønlands í seinastu viku. Men, sum skilst, verður vitjanin hjá henni í Grønlandi hetta vikuskiftið.

 

- Í januar var ein bólkur við 11 amerikanskum politikarum á vitjan í Danmark, og her vitjaðu politikararnir eitt nú í donsku trygdarpolitisku nevndini, veit grønlendska kringvarpið - KNR - at siga í dag.