Amerikanskt HC-130J flogfar til Føroya í dag

Amerikanska flogfarið fer at flúgva lágt yvir Føroyum seinnapartin

 

Í dag kemur eitt amerikanskt HC-130J-flogfar í Vágar.

 

Uttanríkis- og vinnumálaráðið boðar frá, at í hesum sambandi hevur flogfarið fingið loyvi at flúgva lágt yvir Føroyum seinnapartin í dag.

 

Talan er um eitt flogfar hjá New York National Guard, sum er serútgjørt til leiting og bjarging.

 

Flogfarið stendur í Vágum um vikuskiftið og fer avstað aftur sunnudagin.