HØJ hevur framvegis fult stigatal

Tað gekk misjavnt hjá føroyingaliðunum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld

Trý føroyingalið vóru í kvøld í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá monnum.

 

Tað eydnaðist landsliðsmálverjanum, Paula Jacobsen og liðfeløgunum í HØJ at vinna á útivølli 28-24 á liðnum hjá Kjartani Johansen, Lemvig-Thyborøn. Í steðginum var HØJ á odda 12-8.

 

Pauli Mittún, Pætur Mikkjalsson og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne vóru fyri greiðum tapi á útivølli í kvøld.

 

HØJ hevur fult stigatal, seks stig fyri tríggjar teir fyrstu dystirnar. Lemvig-Thyborøn hevur tvey stig aftaná tríggjar dystir.

 

Team Sydhavsøerne tapti greitt 27-37 (14-19) fyri Odense. 

 

Pauli og Pætur skutu tvey mál hvør. 

 

Team Sydhavsøerne hevur tvey stig aftaná tríggjar teir fyrstu dystirnar.

 

Í morgin klokkan 14 verður føroyingauppgerð á Frederiksberg í Keypmannahavn. Tá tekur liðið hjá Jónasi og Janusi Djurhuus, Leivi Mortensen og Boga Hansen, FIF móti liðnum hjá Teis Horn Rasmussen og Peter Krogh, HC Aarhus á heimavølli.