Á hugnaløtuni vóru bygdarráðslimir í Skálavík, veitarar av ymiskum tænastum til verkætlanina og umboð fyri felagið Mark, sum eigur leiguíbúðirnar í Skálavík. Myndir: Birgir W. Høgnesen.

Myndir: Ein góður biti á Keldu fyri nýggju íbúðunum

Gongst, sum ætlað, flyta tey fyrstu inn í nýggju íbúðirnar í Skálavík seinni í ár

Á hugnaløtuni vóru bygdarráðslimir í Skálavík, veitarar av ymiskum tænastum til verkætlanina og umboð fyri felagið Mark, sum eigur leiguíbúðirnar í Skálavík. Myndir: Birgir W. Høgnesen.

Í kvøld var hugnaløta á Keldu í Skálavík í samband við, at nýggju íbúðirnar, sum Mark byggir í Skálavík, nú standa uppi, og ymiskir veitarar eru lidnir við sínar uppgávur.

 

Við á hugnaløtuni vóru bygdarráðslimir í Skálavík, veitarar av ymiskum tænastum til byggiverkætlanina og umboð fyri felagið Mark, sum byggir og eigur leiguíbúðirnar í Skálavík.

 

Íbúðirnar, sum komu næstan lidnar, eru so gott sum klárar innan, og síðan skulu ymiskir snøklar - størri og smærri - gerast, eins og uttanumøkið skal snøggast og gerast liðugt.

 

Soleiðis, sum In.fo skilir, er stórur áhugi fyri leiguíbúðunum í Skálavík og gongst, soleiðis sum Mark ætlar, er væntandi, at fyrstu leigararnir flyta inn seinni í ár. 

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

Á hugnaløtuni vóru bygdarráðslimir í Skálavík, veitarar av ymiskum tænastum til verkætlanina og umboð fyri felagið Mark, sum eigur leiguíbúðirnar í Skálavík. Myndir: Birgir W. Høgnesen.