Heilsustýrið væntar, at hetta fer at økja um talið á børnum, ið fáa barnakoppsetingar rættstundis.
Heilsustýrið hevur fleiri ferðir ávarað um, at undirtøkan fyri tilmældu barnakoppsetingunum er minkandi. Hugburðskanning frá 2025 millum føroysk foreldur um barnakoppsetingar vísti tó, at foreldur taka væl undir við, at børnini verða koppsett. Kortini er ein alt størri partur, sum av onkrari orsøk ikki fær hetta í lag.
Nýggja áminningarskipanin fer at virka soleiðis, at foreldur/verjar hjá øllum børnum millum 0 og 12 ár fáa eina áminning gjøgnum Vangan tvær vikur áðrenn, barnið eigur at fáa eina av tilmældu koppsetingunum. Foreldrini bíleggja sjálvi tíð til koppsetingina hjá kommunulæknanum.
Neyðugt við áhaldandi barnakoppseting
Tá vit koppseta børnini, verja vit tey móti sjúku, samstundis sum vit verja onnur. Í Føroyum hava vit eina barnakoppsetingarætlan, har øll børn fáa tilboð um koppsetingar, sum verja tey móti álvarsligum smittusjúkum so sum meslingum, polio og kikhosta. Nógvar av sjúkunum, koppsett verður fyri, eru at kalla útruddaðar í Føroyum, m.a. tí at so nógv eru koppsett. Tá stórur partur av fólkinum eru koppsett, er trupult hjá smittusjúkum at breiða seg, og vit fáa tað, sum verður rópt hópimmunitetur. Hóast sjúkurnar eru sjáldsamar í Føroyum, so eru tær til aðrastaðni, eisini í Evropa. Tí kunnu sjúkurnar taka seg upp aftur í Føroyum, um vit ikki halda fram at koppseta.
Tilmældar koppsetingar
Heilsustýrið mælir til, at børnini fylgja barnakoppsetingarætlanini, sum er henda:
- 3 mánaðir: Difteri, stívkrampi, kikhosti, polio, Hib og pneumokokk (1)
- 5 mánaðir: Difteri, stívkrampi, kikhosti, polio, Hib og pneumokokk (2)
- 12 mánaðir: Difteri, stívkrampi, kikhosti, polio, Hib og pneumokokk (3)
- 15 mánaðir: Meslingar, fárasjúka og reydlingar (1)
- 4 ár: Meslingar, fárasjúka og reydlingar (2)
- 5 ár: Difteri, stívkrampi, kikhosti og polio (endurkoppseting)
- 12 ár: Human papillomavirus (HPV) – (tvær koppsetingar)











