12. juni vóru evropisku leikirnir sett í Baku í Aserbadjan. Hetta er fyrstu ferð, at evropisku leikirnir, eitt slag av ollympiskum leikum fyri evropiskar íðkarar, verður hildið.
6000 ítróttarfólk úr 50 tjóðum kappast í 20 ymiskum ítróttargreinum undir evropisku leikunum.
Føroyar eru eisini umboðarar, eftir tógvið stríð hjá Svimjisambandi Føroya at fáa rættin at luttaka. Tó sleppa føroysku svimjararnir ikki at luttaka undir føroyskum flaggi.
Samstundis sum ítróttafólk úr øllum heiminum samlast til kappingarnar, ákæra mannarættindafelagsskapir stjórnina fyri brot á mannarættindi.
Sambært felagsskapinum Tíðindafólk uttan landamørk eru Aserbadjan nummar 160 av 180 á listanum yvir hvar pressufrælsi er sterkast.
Amnesty International bleiv fáar dagar undan leikunum bannað í Aserbadjan. Orsøkin var, at felagsskapurin hevur júst skrivað eina frágreiðing um hvussu atfinningarsamar røddir móti stjórnini verða tagdar. Frágreiðingin skuldi leggjast fram á tíðindafundi dagin fyri leikirnir byrjaðu, men áðrenn tað kom so langt, varð felagsskapurin gjørdur ólógligur í landinum.
Í frágreiðingini frá Amnesty stendur, at allir 20 mannarættindafelagsskapirnir í landinum eru niðurlagdir seinastu tíðina, fleiri atfinnarar eru vorðnir settir í fongsul, meðan aðrir eru flýddir úr landinum.
Sambært BBC hevur tað kostað Aserbadjan góðar átta milliardir krónur at fyrireika leikirnir. Olympiska stadion í Baku hevur kostað góðar fýra milliardir krónur.
Svimjikappingarnar eru frá 23. til 27. juni.