Í dag hevur Amnesty International móttøku í sambandi við, at felagsskapurin flytir í nýggj høli í Stephansonshúsi á Kongabrúnni í Havn.
Móttøkan er frá klokkan 16, har Magnus Tausen verður gestarøðari, og Lena Andersen fer at syngja. Ætlanin var eisini, at Lars Normann Jørgensen, aðalskrivari á donsku deildini hjá Amnesty International eisini skuldi vera gestarøðari, man hann hevur fingið forfall og verður ikki við.