Øll okkara hugsa regluliga um okkara vantandi tíð. Flestu okkara høvdu ynskt at havt meiri tíð, soleiðis at vit kundu gjørt alt tað, vit so fegin vildu gjørt.
Kortini vita vit øll, at tíð er nakað sum eingin fær meira ella minni av. Har eru vit øll líka. Vit hava øll fingið 24 tímar hvønn dag.
Flestu okkara hugsa tó ikki um, at vit hava fingið okkara tíð at ávirka og umbroyta menniskju, sum eru fortapt. Gud kallar á okkum um at “keypa hina lagaligu tíð – tí dagarnir eru óndir!” (Efesusbrævið 5:16).
Tann lagaliga tíðin, sum Paulus tosar um her, er ikki tíðarfest tíð. Um Paulus hevði hugsað um tíðarfesta tíð, hevði hann brúkt orðið “chronos”. Men Paulus brúkar orðið “kairos”, sum tosar um ásetta tíð – rætta tíð ella lagaliga tíð (Róm. 5:6).
Vit mugu brúka tíðina at fáa sum mest burtur úr teimum møguleikum, sum Gud hevur givið okkum ásettu tíð okkara! Møguleikarnir eru allastaðni rundan um okkum, og teir eru bert okkara – bert tínir og mínir.
Tíðin er stutt, og hon er ónd. Tað góða er tað, at hvør okkara kann við Heilaga Andans styrki í tí stuttu tíð, vit hava, spreiða ljós í einum myrkum heimi.
Mín bøn er, at vit øll í framtíðini fara at hugsa meiri um okkara lagaligu tíð, enn okkara vantandi tíð.