Anders Fogh kannaður fyri fíggjarsvik

Fyrrverandi danski forsætisráðharrin og Nato-aðalskrivarin, Anders Fogh Rasmussen, verður kannaður av løgregluni í Letlandi í tveimum málum um fíggjarsvik.

 

Tað skrivar Børsen.

Lettiskir myndugleikar upplýsa fyri blaðnum, at Andres Fogh Rasmussen og restin av fyrrverandi leiðsluni í bankanum PNB Banka, sum í august í 2019 fór á húsagang, verða kannað fyri fíggjarligt svik, eftir at bankin lat eftir seg eitt hol í roknskapinum upp á eina milliard krónur við húsagangin.

Anders Fogh Rasmussen var næstformaður í óhefta ráðnum hjá bankanum.