Andersson aftur høvuðsleikari

Suðuroyarliðið megnaði tvær ferðir at geva NSÍ ein rættuligan hvøkk, men brasilski Anderson skoraði fýra ferðir og syrgdi fyri trivaligum heimasigri við Løkin

NSÍ-VB/SUMBA

Hann arbeiðir ikki serliga nógv, men hann veit, hvat tað snýr seg um. Anderson Casthilio spælir við NSÍ, tí hann tey bæði árini, tá ið hann var á Toftum vísti, at hann dugir at skjóta mál.

Málrevurin
Og Anderson syrgir fyri tí, sum hann er keyptur til Runavíkar at gera. Eftir fimm umfør er hann toppskjútti í Formuladeildini. Hann hevur skorað átta mál. Sunnudagin skoraði hann fýra ferðir ímóti VB/Sumba. Hetta var onnur ferðin, at brasiliumaðurin var meistari fyri hattrikkið. Fyrra ferðin var, tá ið NSÍ á heimavølli vann 3-0 á B36.
Anderson flytir seg ikki so nógv. Men hann veit, hvat tað snýr seg um. Hann er røttu løtuna á rætta staðnum. Tað er ikki altíð, har allir hinir eru. Ofta snýkir hann seg afturum hinar, og so er hann fínur við høvdinum. Tá ið møguleikin býðst er hann tryggur á bóltinum sum fáur. Tað hevur higartil borði átta mál við sær, og NSÍ telist millum tey allar fremstu.
Meistarafótbólt var einki at síggja til størsta partin av 1. hálvleiki. Tað minti ikki so lítið um avrikið ella rættari manglandi avrikið, sum teir gulu og svørtu vístu í Klaksvík næstsíðsta sunnudag. Teir í NSÍ vóru lítið avgjørdir, og tað gekk long tíð, áðrenn teir megnaðu at seta gestirnar undir tað trýstið, sum tað kundi roknast við, at teir fóru at megna.

Gestirnir hóttu
Tað kann gott vera, at VB/Sumba dyrgdi eftir einum stigi. Men fyrstu løtuna vóru tað fremmanda menninir við Løkin, sum slerdu tónan ann. Evrard Ble arbeiddi nógv á miðvøllinum, har hann eisini hevði orku til at skipa framrættaða spælið, og Birgir Jørgensen megnaði fleiri ferðir at leggja trýst á NSÍ miðverjarnar og málverjan.
Fyrsta stóra hvøkkin fekk NSÍ, tá ið tíggju minuttir vóru farnir. Ble spældi Birgir Jørgensen leysan í vinstru. Jens Martin hálvbjargaði, og miðvallarin Aca Pandurevic, sum júst er komin til Vágs, var fyrstur á returinum, og so var 1-0 til VB/Sumba, og fyritreytirnar hjá vágbingum vóru uppaftur betri, enn tær høvdu verið.
VB/Sumba sjálvsálitið øktist, og heimamenninir vóru á ongan hátt leysir av hóttanini av, at tað kundi taka seg heilt illa upp.
Tá ið tað restaðu tíggju minuttir av 1. hálvleiki var Anderson fyrstu ferð upp á spæl. Jústinus R. Hansen legði innfyri úr høgru, og verjan hevði mist einsamalla framherjan burtur. Tað varð ikki ósektað. Anderson smekkaði høvdið undir bóltin og so var javnleikur.
Útjavnandi málið gav heimaliðnum sjálvsálit, og teir kundu havt lagt seg á odda, men Vlada Filipovic vardi væl.

Punkteraðu
VB/Sumba legði fyri í 2. hálvleiki soleiðis, sum teir høvdu gjørt í fyrra umfari. Tveir minuttir eftir steðgin skoraði ein av blaðungu monnunum, Martin Tausen, var leysur í høgru, og úr spískum smekkaði hann framvið Jens Martini.
So var lagt upp til, at klokkan skuldi arbeiða fyri VB/Sumba. Men teir megnaðu bara at halda tørn í tríggjar minuttir. Sjúrður Jacobsen átti framleggingina úr vinstru, og Anderson heilfluktaði í málið.
At Evrard Ble eftir lítið korter noyddist skaddur av vøllinum var dyggur smeitur hjá VB/Sumba. Lítla løtu seinni stútaði Anderson frísparksframlegging í kassan, og so var spurningurin bara, hvussu stórur heimasigurin fór at verða. Arbeiðssami Hjalgrím Elttør átti innleggið úr vinstru, sum Anderson umsetti til 4-2, og innskifti Øssur Dalbúð staðfesti rimmar sigurin.