Andrass Johansen og liðfelagarnir í Fremad Amager spældu í kvøld dyst í niðara endaspælinum í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.
Á útivølli í Helsingør vann Fremad Amager 4-2 á heimaliðnum.
Andrass legði útiliðið á odda longu í 9. minutti. Heimalið javnaði í 34. minutti, men undan steðginum syrgdu Frederik Holst og Jonas Lyshøj fyri, at Fremad var á odda 3-1 í steðginum. Miðskeiðis í seinna hálvleiki økti Christoffer Boateng til 4-1 áðrenn heimaliðið fekk pyntað um úrslitið.
Talan er um fimta sigurin á rað hjá Fremad Amager, ið er fremst í niðara endaspælinum við 39 stigum.
Leygardagin klokkan 14 hevur Fremad Amager dyst á heimavølli móti Ishøj.











