Russiski forsetin, Vladimir Putin, setir nú nýggjar guvernørar í tveimum fylkjum á markinum til Ukraina.
Talan er um marknafylkini, Belgorod og Brjansk, og her verður sagt, at guvernørarnir sjálvbodnir hava valt at leggja frá sær.
Aleksandr Sjuvajev er útnevndur til virkandi guvernør í Belgorod, og Jegor Kovaltsjuk verður virkandi guvernørur í Brjansk.
Hetta upplýsir skrivstovan hjá russiska forsetanum í Kreml í dag.
Nývaldu guvernørarnir taka við eftir Vjatsjeslav Gladkov og Aleksandr Bogomaz, sum hava verið guvernørar í Belgorod og Brjansk síðan ávikavist í 2021 og 2015.
Einki verður sagt um, hví guvernørarnir gevast, men Belgorod og Brjansk eru millum fylkini í Russlandi, sum hava verið hart rakt í ukrainskum álopum.











