Ari og liðfelagarnir eru á gáttini til næstbestu donsku fótbóltsdeildini

Vendsyssel FF er nú níggju stig frammanfyri nummar trý

Tað gongur væl hjá Ara Olsen og liðfeløgunum í Vendsyssel FF í ovara endaspælinum í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Á útivølli í Thisted vann Vendsyssel við Ara við frá dystarbyrjan 2-0 á Thisted. Talan er um fimta sigurin á rað hjá Vendsyssel, sum í teimum seinastu 12 dystunum hevur megnað níggju sigrar og tríggjar javnleikir.

 

Emil Grønn Pedersen legði Vendsyssel á odda longu í áttanda minuttinum. Fáar minuttir undan dystarloki økti Lasse Steffensen til 2-0.

 

Vendsyssel FF hevur 57 stig á øðrum plássinum nú fýra dystir eru eftir at leika. Vendsyssel er níggju stig frammanfyri Næstved, ið tapti 1-2 fyri HIK í kvøld.

 

Sunnudagin klokkan 12 verður oddadystur í Hjørring, tá Vendsyssel tekur móti oddaliðnum, AB sum er fremst við 62 stigum.

 

AB tapti í kvøld á heimavølli 1-2 fyri FC Roskilde, ið tíverri ikki unti Hørði H. Askham nakra spælitíð í kvøld. Roskilde hevur 43 stig á fjórða plássinum.