Urd hevur fimm ára føðingardag

Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin Urd í Hoyvík hevur í dag hátíðarhildið, at tað eru fimm ár síðan depilin læt upp.

     

    Tíðindi - 13. mai 2026

     

    Urd hevur fimm ára føðingardag

     

     

     

    Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin Urd í Hoyvík hevur í dag hátíðarhildið, at tað eru fimm ár síðan depilin læt upp.

     

    Tilboðini hjá Urd eru vanlig umlætting, viðlíkahaldsvenjing, rehabilitering og palliatión.

     

    Hanne-mi á Brúgv hevur verið leiðari á Urd heilt síðan byrjanina í 2021, og hon sigur, at hetta hava verið fimm stuttlig og spennandi ár. Byrjanin var eitt sindur øðrvísi enn væntað, men tað var ein fyrimunur.

     

    – Vit fingu eina góða byrjan, tí ætlanin bleiv eitt sindur seinkað. Tað merkti, at starvsfólkini øll fingu tíð til at læra hvønn annan at kenna, og at gjøgnumganga mannagongdir og so framvegis.

     

    Hon sigur, at trivnaðurin á Urd er góður, bæði hjá starvsfólkunum og teimum, sum koma har.

     

    – Eg haldi tað merkist, at starvsfólkini eru góð við Urd. Vit hava heldur ongantíð trupulleikar at fáa starvsfólk, og arbeiðsumstøðurnar eru eisini góðar, sigur Hanne-mi á Brúgv og vísir á, at Urd ikki líkist einum vanligum stovni.

     

    – Her eru eingir beinir veggir, her er høgt til loftið, og eingir veggir eru hvítir. Hetta minnir als ikki um eina institutión – bæði búfólk og avvarðandi nevna ofta, at hetta kennist næstan sum at koma á eitt hotell.

     

    Urd hevur 27 stutttíðarpláss til fólk, sum vanliga eru á deplinum millum tríggjar og seks vikur.  Tá øll tímalønt eru tald við, er starvsfólkatalið beint omanfyri 50.

     

    Føðingardagurin varð hátíðarhildin við einum góðum døgurðabita og felagssangi við klaverundirspæli. Seinnapartin var kaffi og køka á skránni, og tá legði eitt blásaraorkestur frá musikkskúlanum eisini leiðina framvið.

     

    ##med2##

     

    Ein serligur dagur á Urd, sum nú hevur verið opið í fimm ár

     

    ##med3##

     

    Hanne-mi á Brúgv hevur verið leiðari á Urd øll fimm árini

     

    ##med4##

     

    Starvsfólkini trívast eisini væl á Urd

     

    ##med5##

     

    Urd líkist ikki einum stovni. Eingir veggir eru beinir, og eingir veggir eru hvítir

     

    ##med6##

     

    Urd hevur 27 stutttíðarpláss og nakað omanfyri 50 starvsfólk, tá øll eru tald við