Gunnar Vatnhamar var sum vant við frá dystarbyrjan, tá lið hansara, Víkingur Reykjavík í kvøld spældi áttandapartsfinalu í íslendsku steypakappingini.
Talan var um dyst á útivølli í Kórinn-høllini í Kópavogi móti HK, ið spælir í næstfremstu deildini.
Víkingur vann dystin 2-0. Tað var tó rættiliga seint í dystinum, at teir komu í gongd við málskjótingini. Í 72. minutti legði Valdimar Þór Ingimundarson Víking á odda, og 14 minuttir seinni økti Elías Már Ómarsson við einum brotssparki.
Millum merkisverdu úrslitini í kvøld var, at Stjarnan sendi oddaliðið í bestu deildini, KR úr kappingini við einum 2-1 sigri. KR hevur 18 stig fyri seks dystir í bestu deildini. Víkingur hevur 16 stig.
Sunnudagin klokkan 17 spælir Víking útidyst í bestu deildini úti í Heimey, har ÍBV, ið hevur havt Ara í Haraldsstovu Petersen í málinum seinastu dystirnar verður mótstøðuliðið.











