Andreas Djurhuus 100 ár: Koyrdi bil til hann var 98

Í morgin 22. januar verður Andreas Djurhuus, vanliga kallaður Diurin, 100 ár. Vit hava verið inni á gólvinum hjá honum. Ikki sæst stórvegis av aldri á hesum gamla

Vit høvdu í ólavsøkublaðnum í 2007 eina samrøðu við Diin. Hetta var í samband við, at hann hevði koyrt bil, til hann var 98 ára gamal. Vit hava so ikki enn hoyrt um nakran líka gamlan bilførara. Bert hetta sigur, at her er talan er um ein knassa.

Tað er stuttligt at práta við Diin. Hann minnist ikki bert tað gamla. Hann minnist eisini tað, sum hendi í gjár, og hann fylgir sera væl við í tí, sum gongur fyri seg í samfelagnum.

Vit fara at tríva nakað aftur í greinina frá 2007 og koma annars inn á onnur viðurskifti, sum Diurin kann greiða frá. Ikki minst um pápan, ættina, heimbygdina og annars um hansara virksemi í sínum langa lívi.

Diurin er sera birgur. Eyguni eru nakað farin, men hann klárar enn at lesa nakað. Hann lesur millum annað við áhuga Miðvikuna í Sosialinum. Tí er tað ikki meira enn rímiligt, at henda Miðvikan kemur at snúgva seg um hann.

Diurin er einsamallur í húsi og klárar stórt sæð seg sjálvan. Hendan eina dagin bjóðaða hann nátturða, og hóast honum stóð í boði at fáa versonin at vaska upp, so vildi hann ikki vita av tí. Tað kundi hann saktans klára sjálvur!

Enn fer hann eisini framvegis eitt legg útum í havan at taka eina hond í. Seinasta summar málaði hann stakittið! Hann ger sær sjálvum døgurða. Men so ferðast hann eisini til døturnar í Trongisvági og Klaksvík.

 

Lávus var sjómaður

Diurin er sonur Olavus í Skemm­uni og Elsebeth Súsannu av Nesi í Vági.

Lávus var føddur 21. jul 1867. Pápin Johan Djurhuus, óðals­maður við Á, var slektaður av Nesi í Eysturoynni. Hann var av próstaættini hjá Andrias Djurhuus.

Lávus fór til skips í 1887 við Trangis­vaag hjá Suderø Handels­forening.

Lávus førdi Trangiswaag í 1893, áðrenn hann sjálvur hevði lært til skipara.

Lávus tók skiparaprógv í 1894 hjá Jens í Dali. Hetta var fyrsta árið, skiparaprógv var tikið í Føroyum.

Hann førdi Jeanette í 1894 og 1895. Lávus var við til at keypa Sildberan í 1895 úr Grimsby. Hann kom í nevndina saman við Jákup Kjelnæs, sum arbeiddi nógv ár hjá T.F. Thomsen, og sum fyrr er umrøddur í røðini Hendur ið Sleptu. Lávus førdi Sildberan fra 1895 til 1897.

Hann førdi Robert Miller 1898-1903. Lagnunar speisemi gjørdi, at sonur hansara seinni gekk burtur við sama skipi.

Árini 1903-1905 førdi Lávus Sunbeam. Í 1916 førdi hann deks­bátin Jane & William fram til 1932, undantikið trý ár.

Tá legðist hann uppi og fór at handla.

Ólavus og konan Elsba Sanna vóru eisini millum tey fyrstu í brøðrasamkomuni í Porkeri, sum var ein tann fyrsta í Føroyum. Hann var eisini ein av stuðlunum at fáa fyrsta møtisalin hjá sam­komuni bygdan. Hann átti part í økinum, sum varð latið til salin at byggja á.

 

Hevði Dias á Heyggi við fyrsta túrin

Lávus var mammubeiggi Dias á Heyggi, sum eisini var úr Porkeri, og Dias fór 14 ára gamal til skips í 1894 við Jeanette, har Lávus var skipari.

Teir vóru einir fýra fjúrtan ára gamlir dreingir úr Porkeri við. Reiðarin Jógvan Mortensen helt fólkið vera nakað ungt. Men Lávus segði, at teir skuldu ikki verða sviknir av hesum dreingjum. Teir vóru vanir at rógva út við báti og vóru stakmenn at fiska. Tað var eisini skjótt, at Dias gjørdist av bestu fiskimonnum og aftur seinni gjørdist hann ein av fremstu rokskiparum í landinum. Hann fekk eisini skip og virksemi á landi.

 

Pápin hevði úthandil

Tey vóru átta systkin hjá Diinum. Men bert tvey blivu gomul. Umframt Diin sjálvan var tað systirin Sunneva, sum giftist við Peter Sørensen í Porkeri. Beiggin Johan gjørdist bert 36 ára gamal.

Fleiri systkin doyðu sum smá. Tá var ikki sum nú at fáa læknahjálp. Lækni var bert á Tvøroyri, og tað kundi ofta blíva ov seint at bíða eftir honum.

Lávus fór at handla fyri Jaspur á Løghamri í Vági og síðan fyri seg sjálvan. Ein handil var ikki bert ein handil. Hann tók eisini móti fiski. Handlarnir í Porkeri tóku nógvan saltfisk til turkingar, sum gav nógv arbeiði í bygdini. Saltfiskurin varð fluttur við báti til Porkeris, og Diurin minnist, hvussu fiskur lá á hvørjum steini.

Sum úthandil fekk Lávus vørurnar úr Vági. Fyrstu tíðina var ikki koyrandi, tí komu vørurnar við báti. Prísirnir vóru ásettur av høvuðshandlinum, so tað var eingin kapping í so máta. Tann sum rak úthandilin fekk so ein prosentpart av umsetninginum í sín part. Av hesum skuldi hann so gjalda útreiðslur sum vóru.

Lávus doyði 18.11. 1937.

 

Vágur var ein annar heimur

Diurin var føddur 22. januar 1909. Hetta var beint eftir at reiðarafelagið varð sett á stovn, har versonurin nú er formaður.

Diurin hevur upplivað stóran part av menningini í landinum hesi 100 árini. Telefonstøð var tó í Porkeri fyrst hann minnist. Hetta var einasta telefon í bygdini tá. Men vegur var eingin. Hann minnist væl, tá ið vegasamband kom til Vágs. Í 1938 kom vegur millum Porkeri og Hov. Vegurin til Vágs kom nakað fyrr. Áðrenn tað varð gingið, um tað ikki var farið við báti. Tað var heldur ikki so leingi at ganga til Vágs eftir tátíðar viðurskiftum.

Og at koma til Vágs, tað var sum at koma til ein heilt annan heim. Porkeri var sum ein vanlig bygd tá í tíðini við svørtum tjøraðum húsum. Í Vági vóru húsini fyri tað fyrsta nógv fleiri, tey vóru eisini størri og vóru málaði í ymiskum litum. So var eisini ravmagn í Vági, og hetta gjørdi ikki bygdini minni ævintýrkenda.

Tey høvdu jørð í húsinum og tí eisini kúgv. Hetta gav mjólk. Men kúgvin varð slept eina tíð, áðrenn hon kálvaði aftur. Diurin minnist, hvussu spennandi tað var, táið kúgvin var komin “í mánaða.” Tá kundi mjólk aftur væntast!

Diurin minnist eisini fyrsta heimsbardaga 1914-1918, har tann mest ítøkiliga avleiðingin fyri gerandisdagin var, at tað gjørdist neyðugt at fara at dyrka korn. Tá vóru fleiri sornhús í Porkeri.

Eitt sum hann minnist frá hesi tíðini er drílurin. Tað fekst bert rugur, og tí vóru drílarnir myrkir og hersknir, og teir smakkaðu ikki so væl, sum tá ið eisini hveitimjøl var í.

Undir fyrra krígnum fekst heldur ikki petroleum til lampurnar. Tá fóru menn at gera sær lýsilampur. Serliga kendar vóru lampurnar, sum vóru framleiddar hjá Nyholm Debes og Ludvig Poulsen í Havn.

Lýsi var nóg mikið av. Tað var jú lýsismeltari í Vági. Men tað kundi eisini vera lýsi av grinda­kúlum, sum heldur ikki trutu.

Diurin fór í skúla undir heims­bardaganum. Tað var bert ein skúlastova og bert ein lærari. Ein lærari var Johan Danbjørg, sum seinni gjørdist kendur sum javnaðarpolitikkari. Men hetta var langt áðrenn, javnaðarflokkurin yvirhøvur var til!

Diurin minnist eisini fyrsta bilin, sum kom í bygdina, og var hetta ein lastbilur hjá Dias á Heyggi. Diurin minnist, hvussu maður fór av húsi at síggja hetta undur. Ein av teimum fyrstu bilunum aftaná tað var hjá Garðamonnum, har Doreus Jacobsen, ættur úr Norðragøtu, koyrdi. Hann gjørdist eisini 100 ár.

 

Sildabátarnir

Diurin dugur væl at greiða frá um teir sokallaðu sildabátarnar, sum eiga sín part av okkara skipasøgu. Nógvir teirra komu eisini til Porkeris og Vágs. Teir vóru kallaðir sildabátar, tí teir upprunaliga vóru nýttir av skotum til veiðu av sild við gørnum.

Olavus, pápi Diin, var við til at keypa ein tann fyrsta sildabátin til Porkeris i 1906, Isabella Innes og hann førdi hann til 1915. Keypsprísurin var 900 kr!

Tá ið teir vóru keyptir høvdu teir einki lugar, bert eina stóra kahýtt. Manningingartalið hevur ikki kravt meira enn tað. Tá so skipini komu til Føroya mátti lugar gerast.

Skipini vóru ikki stór. Tey fyrstu tóku 150-160 skippund. Tey seinnu um 200 skippund. Manningin var einir 10-12 menn, og var hetta nógv minni enn við sluppunum.

Seinni skip av hesum slagnum sum komu til Porkeris vóru Jane & William, Families Pride og Vigelant, sum systkinabarn Diin, Petur í Skemmuni, sum var fluttur til Vágs, átti saman við fleiri porkeningum. Ein sildabátur var Port Jackson, men hann var ikki langlívaður og varð høgdur sundur longu í 1912/13. Góðskan man hava verið nakað vánalig.

Skipini varðveittu síni uppruna­ligu ensku nøvn.

Ein sera kendur sildabátur var Coralia, sum var partur av dramat­isku hendingini við Blithsome í 1935.

 

Isabella Innes skotin niður á Føroya Banka

Olavus førdu Isabellu Innes tey fyrstu 10 árini, men skipið var skotið niður av týskum kavbáti í 1917 undir 1. heimsbardaga á Mýlingsgrunninum, samstundis sum onnur skip vórðu skotin niður á Bankanum. Veðrið var so mikið gott, at teir kláraðu at rógva til lands, hóast báturin var borðfullur.

Bankin var av týskarum lýst sum vandaøki, men hildið varð ikki, at Isabella Innes var í vanda­øki. Men hesin ivi kom teimum ikki til góðar, og tí fingu teir einki frá tryggingini. Hetta var sjálvsagt ein smeitur, men skipið var bíligt og goldið. Tá hetta hendi var Petur Frederik Petersen, ættaður úr Funningi, skipari. Teir vóru so nær landi, at teir høvdu bert róð ein hálvan tíma, tá ið teir síggja Munkin.

 

Veiddu agnið sjálvir

Sjálvur fór Diurin til skips 15 ára gamal við Jane & William, sum var ein av sildabátunum. Hetta var í 1924, sama ár sum Anna av Toftum fórst undir Íslandi við 17 monnum.

Teir royndu nógv á Bankanum, har tað var nógvur fiskur tá. Men annars royndu teir eisini nógv undir Íslandi, mest norðanfyri Langanes. Her var lættari at fiska, tí tað var grynri.

Teir høvdu sildagørn við at veiða sild til agn. Teir plagdu at fara inn í Íslandi at goyma sildina í einum íshúsi hjá onkrum bónda teir kendu, og høvdu tískil altíð feskt agn. Viðhvørt fingu teir so mikið av sild, at teir saltaðu uppí tunnur, sum teir kundu hava heim við sær.

Maturin umborð var jú sera eintáttaður við fiski og saltkjøti, so teir nýttu eisini møguleika at keypa seyð frá bóndanum, og fingu teir harvið eisini ein feskan kjøtbita.

 

Lýsi fyri olju

Diurin minnist væl tíðina, tá ið skipini byrjaðu at fáa motor mitt í 20-unum. Her vóru føroyingar ikki serliga framskygdir. Fyrsta fiskiskip við motori var Ingrid, sum varð keypt til landið í 1904. Men hann var hildin at vera meira til fortreð, tí var motorurin tikin úr henni!

Fyrstu motorarnir vóru smáir, og ofta vóru teir bert brúktir, tá ið vindurin ikki var til vildar.

Tá siglt var heim, var motorurin ofta ikki settur í gongd fyrr enn komið var inn móti landi. Eina ferð Diurin var á veg heim við City steðgar motorurin, tí eingin olja var eftir. Ráðini tá vóru at nýta lýsi. Her var nóg mikið til, tí livur var tikin á túrinum, og hon var koyrd í tunnur. Ráðini vóru at síla uppí eina pøs av lýsi úr eini livratunnu. Lýsið dálkaði illa, so tað kundi ikki koyrast í tangan. Tí mátti ein maður stoyta lýsið beinleiðis í rørið til motorin so hvørt hann brendi tað. Og hendan pøsin rakk til skipið kom í havn.

 

Útróður í Grønlandi

Í 1930 og 1931 var Diurin við Standard. Skipari var Jákup við Á úr Porkeri. Hetta var ein stór skonnart, sum porkeningar áttu. Hon var so stór, at 1200 skippund sóust ikki aftur í henni.

Millum annað róðu teir út í Grøn­landi við við einum 5-6 bátum, sum fleiri føroysk skip gjørdu tá í tíðini. Fiskaríið var gott, men prísurin var sera vána­­ligur, bert 10 oyru pundið. Hetta gav bert einar 300 krónur í avrokn­ing, og var hetta sera lítið í mun til veiðuna.

Teir vóru seinir heim úr Grøn­landi hetta heystið, og teir komu eisini í storm á Kappanum. Teir fingu ein slíkan sjógv, at kokka­húsið á dekkinum fór til sjós. Hetta gjørdist ein svangligur heim­túrur, nú teir illa fingu matgjørt.

Í 1934 sigldi Standard á ein boða á Norðurlandinum í Íslandi, og skipið varð vrak. Manningin varð bjargað.

 

Upplivdi feigdar­veðrið hjá Laura og Immanuel

Í 1932 var Diurin við Norðfarinum. Her upplivdi hann tiltikna ill­veðr­ið, tá ið Laura og Immanuel gingu burtur við tilsamans 38 monnum.

Norðfarið var tá á veg til Íslands. Teir fingu ein so stóran sjógv, at saltið var tveitt yvir í annað borðið , so skipið fekk slagsíðu. Í lastini var ein tóm krubba, og har stóðu allir spakarnir. Tóma krubban var nú fylt við salti, so fólkið mátti fara í lastina við tallerkum, pottalokum, fjalum og berum hondum fyri at fáa skipið á rættkjøl aftur. Tað vóru nógv skip, sum vóru illa kroyst í hesum veðrinum.

Diurin kendi fleiri av monnun­um við hesum skipum. Tveir pork­eningar vóru við Lauru. Hann kendi eisini fleiri menn við Immanu­el. Hann hevði siglt saman við teimum við City of Norwich, har Gunnar Danielsen, ættaður úr Søldafirði, var skipari.

Spurningurin er um nakar annar er á lívi, sum hevur upplivað hetta illveður.

 

Fingu ikki oyra fyri heilan túr

Í 1936 var Diurin við Honnu av Tvøroyri. Petur í Geilini var skip­ari. Á vegnum heim fingu teir illveð­ur á Kappanum. Tá fingu teir ein so stóran sjógv, at lúkan fór av. Tíbetur var lastin so full av fiski, at sjógvurin ikki slapp í hana.

Sama ár var hann við Bára­drangi. Men hetta gekk ikki væl. Tíðirnar vóru framvegis ringar, og reiðaríið fór á húsagang. Tá vóru fiskimenn ikki so væl tryggjaðir við sjópanti sum í dag. Tískil fingu teir ikki eitt oyra fyri túrin. Báradrangur var annars seinasti deyðsiglari á Tvøroyri.

 

Nógvar vanlukkur

Diurin hevur livað stóran part av hesi tíðini, táið stórar vanlukkur hendu á sjónum. Hesar raktu meint, eisini í Porkeri.

Fyrst í mars mánaða 1910 fóru nógvar sluppur av Trongisvági út á Bankan. Tá ið tíðin var úti fyri vanligum túri, komu tær allar aftur í øllum góðum uttan Norðstjørnan hjá Mortensen. Leingi var bíðað, men um miðjan apríl gjørdist ræðuliga óvissan til ræðuliga vissu. Hildið varð, at hon var farin í tí ringa veðrinum, sum var á Bankanum 10. mars.

Við vóru 11 menn. Av hesum vóru níggju porkeningar. Johan Mortensen úti á Klova í Porkeri var skipari. Saman við honum fórust fýra brøður hansara og maður systir hansara, hann var úr Sumba. Harvið fórust seks mans so at siga úr sama húsi. 11. maðurin var úr Hovi.

Longu í 1914 hendi næsta stóra vanlukkan. Tá fórst Robert Miller. Hon fór av Havnini 13. mars. Hon skuldi undir Føroyar og helst á Bankan, men spurdist ikki aftur. Onnur føroysk skip, sum vóru á Bankanum, høvdu sæð hana og hildu, at hon 20. mars fór av Bankanum. Hon sigldi tá í ein útnyrðing ella norðan, og hildið var, at hon setti kós til Íslands. Eitt skip hevði sæð Robert Miller repa seglini um 20. mars vestan fyri Mykines.

24. og 25. mars var eitt rætti­ligt ódnarveður undir Íslandi og kunnu teir vera farnir tá. Skipari var tann bert 22 ára gamli John Danielsen, beiggi Danbjørg. Ein annar porkeningur var beiggi Diin, Petur Hans, sum bert var 15 ára gamal. Hetta var sjálvsagt ein stórur smeitur. Teir báðir vóru porkeningarnir við. Manningin var 11, og teir flestu vóru úr Sumba.

Undir krígnum fórust fleiri porkeningar á sjónum. Í 1940 gekk ein porkerisbátur, Búgvin, burtur við 8 monnum. Fleiri av hesum monnum vóru í ætt við teir, sum fórust við Norðstjørnini.

Tann 14. februar 1944 hvørvur báturin Louisa úr Porkeri við 4 monnum. Her var tað á sama hátt sum vanligt var við familjuskapi. Tveir av teimum vóru beiggjar, synir Johan, beiggja Dias á Heyggi, og hinir tveir vóru feðgar.

 

Torvbáturin

Tann 22. juli 1952 hendir enn ein syrgilig vanlukka, hesa ferð við einum torvbáti. Porkeningar skóru torv í Nesi. Hagar var lagaligast at fara við báti. Hetta hevði altíð gingist væl. Hendan dagin var eisini av besta veðri. Teir høvdu fyrst verið eina ferð við fullum báti av torvi, og teir fóru avstað aftur eftir einum førningi afturat. Odmar, sonur Pola Poulsen, hevði verið við, og hann vildi eisini sleppa við næsta túrin, men pápin vildu ikki lovað honum við. Hetta dámdi honum sera illa. Men hetta bjargaði lívi hansara. Báturin kom nevniliga ikki aftur. Tá farið var at leita sást torv á sjónum, og teir hildu seg finna mastrina av honum. Nógvar gitingar vóru um, hvat ið kundi vera hent, um báturin var sigldur á ein flúr ella hann hevur verið órógvaður av eini brugdu. Líkið av Pola rak á land í Kirkjubø seinni. Poli var 39 ár, giftur við Evi hjá Dias á Heyggi og átti fýra børn. Jens Leo doyði frá konu og trimum børnum. Afturat teimum vóru tveir 17 og 15 ára gamlir dreingir við, Jon Poulsen og Herman Dam.

 

Gjørdist handils­maður og reiðari

Porkeri var ein fiskimannabygd burturav, har eisini nógvir skipar­ar vóru úr Porkeri. Ein røð av hús­­um í bygdini verður kallað »skipara­rekkjan«. Kendir skiparar vóru Lars, Johan og Dánjal Larsen í Gjørðum, Petur Mortensen í Geilini. Johan í Birginum, Mortan í Nøkrum, Jákup hjá Læars, Petur Frederik, ættaður úr Funningi og aðrir.

Í 1937 yvirtók Diurin handilin hjá pápa sínum. Í 1938 giftist hann við ta javngomlu Ragnhild, dóttir Katrinu og Melchior Nico­demmusen í Skálavík. Ragnhild var ein stak røsk kvinna. Hon var dugnalig til hendurnar, og hon var eisini fróðarkvinna. Í 1979/81 bað Óluva Skaale hana skriva søgur til barnaútvarpið, og tað lá væl fyri. Hon doyði í 2001, 92 ára gomul.

Pápi Melchior var Demmus á Hamri. Hann plagdi at hýsa gamla Sloan, tá ið hann kom í oynna.

Í 1896 holvdist bátur úr Skála­vík í Skálsáarbáruni. Báturin hevði verið norðuri við Áir eftir hvalatvøsti. Millum aðrar vóru Demmus og sonurin 24 ára gamli Melchior við. Melchior slapp uppá kjøl og fekk fatur í pápanum, men hann orkaði ikki at halda honum. At enda sigur pápin við sonin: “Bjarga tær sjálvum, lat meg fara, men síggj til at lata teg umvenda!” Tey gjørdust eisini grundarlagið fyri brøðrasamkomuna í Sandoynni í mong ár.

Melchior var framburðsmaður. Hann var dugnaligur til landbún­aðin og dugdi at fáa burtur úr øllum, eisini bjørgunum. Hann fekk sær vatnmyllu, sum lætti nógv um arbeiðið at mala kornið. Tað var dyrkað korn nógv longri í Sandoynni enn aðra staðni í Føroyum.

 

Kvinnufall av nátasjúku

Umframt allar skipavanlukkurnar var 1937 eisini eitt syrgiligt ár í Porkeri, táið fimm ungar konur doyðu av havhestasjúkuni.

Tað var umleið 1930, at fólk varnaðust eina merkiliga sjúku, sum herjaði júst í september, og sum kostaði fleiri mannalív. Serliga vóru tað ungar kvinnur sum doyðu. Lækni í Vági var Arthur Rasmussen, seinni Vaag. Hann hevur greitt frá, at árini 1930-1938 doyðu 54 fólk við vissu av hesi sjúku. 40 av teimum vóru úr Suðuroy.

Í 1937 doyðu 11 fólk av hav­hestasjúkuni. Av hesum fimm í Porkeri. Hetta vóru kvinnur í aldrinum 22-38 ár. Tær doyðu 7., 17., 19., 30. september og 1. oktober. Hetta merkir, at tær eru allar deyðar innan 3-4 vikur.

Fleiri av teimum stóðu undir børu í senn. Ein sum doyði var Kristianna Sørensen, ættað úr Lorvík, kona Hans Paula undir Stígnum. Hans Pauli var burtur, og jarðarferðin var byrjað. Á kirkjugarðinum sær fylgið eitt skip kom inn eftir Vágsfirði. Tey síggja, at hetta er City og Norwich, sum Hans Pauli var við. Avrátt verður at steðgað við jarðarferðini. Tá City leggur at, og Hans Pauli gleðir seg til at síggja konuna taka ímóti sær, fær hann í staðin boð um at fara beinleiðis til hennara jarðarferð. Soleiðis var lívið eisini tá.

Diurin minnist eisini, at tað sama hendi við Sigmund á Rana­num. Tá ið hann kom aftur av skipi við Agnes Louise kom prestur umborð at siga honum frá, at konan, Petrina, var deyð. Her var tað á sama hátt, at Petrina var við at fara til gravar, táið teir síggja skipið koma inn eftir fjørðinum, so Sigmund fór beint í jarðarferð. Petrina doyði í barnsferð, og barnið doyði eisini. Hetta var í 1926.

Arthur Waag ivaðist ikki í, at hetta stóra mannfall millum kvinnur í Suðuroy merkti hóttafall fyri Suðuroynna. Hetta kom jú afturat øllum fiskimonnunum, sum fórust tá, og sum greitt fer at verða frá í samband við, at tað í februar eru 85 ár síðan, at General Gordon fórst.

Arthur Waag fekk staðfest, at nátasjúkan var ein serlig sjúka, sum hevði við tøku av náta at gera, meðan eiðislæknin R. K. Rasmussen fekk staðfest, hvør sjúkan var. Úrslitið var, at tøka av havhestaungum varð bannað i 1938. Arthur Waag hevði nógv fortreð av, at hann ikki fekk tann heiður í hesum sambandi, sum hann hevði uppiborið. Hetta komst partvíst av, at báðir læknarnir kallaðust Rasmussen, og tí kom bland í hvør var hvør.

 

Góð inntøka við Rádna

Aftaná kríggið flytir Diurin við húski til Vágs at búgva, har tey eisini høvdu handil. Diurin fór eisini at fáast við reiðaravirksemi.

Beint eftir kríggið var Diurin við at keypa trolaran Rádna til Vágs. Reiðari var Elith hjá Dias á Heyggi, og Dánjal hjá Mouritsi var skipari mesta av tíðini. Rádni var ein bretsk korvett, sum var brúkt undir krígnum. Hon varð fullkomiliga umbygd í Vági, eitt arbeiði, sum tók 15 mánaðir undir leiðslu av Argja Palla. Tá hevði hann eisini fingið oljufýring, sum var eitt stórt frambrot í mun til teir nógvu kolfýrdu trolararnar. Men Diurin heldur ikki, at hetta var eitt gott skip. Hesi krígsskipini vóru gjørd í skundi, og tað var ikki so nógv gjørt burtur úr teimum, tí nógv teirra vórðu søkt kortini! Upphaldsrúmini vóru eisini vána­lig. Rádni fekk somu lagnu sum hinir trolararnir, hann fór á húsagang og fór av landinum aftur.

Diurin var nakrar túrir við á saltfisk og ísfisk. Ein sum var saman við Diinum við Rádna var bygdarmaður hansara Otto Dam, sum nú býr á Argjum. Hann fór sum ungur til skips við Rádna, og var hann biðin við av Diinum.

Otto letur sera væl at Diinum at vera saman við. Hann var raskur, róligur í síni medferð, og so var hann eisini so góður við teir ungu. Hetta er ein eginleiki, sum ikki verður gloymdur!

Rádni var ein rimmar kjansur. Inntøkurnar vóru millum tær størstu fiskimannainntøkur yvir­høvur. Hetta var byrjanin uppá trol- og trolaralívinum hjá Otto. Hann kom at sigla við trolara í nógv ár, og tá ið hann legðist uppá land, fór hann at arbeiða uppá trol á trolvirki. Hesum helt hann áfram við, til hann táttaði í tey 80 árini. Framvegis minnist hann við takksemi Diin, sum hann, ið fekk sett hann við sum trolmann!

Otto og Ingrid høvdu gullbrúd­leyp seinasta leygardag. Ynskt verður teimum tillukku!

Rádni var annars fyrsti føroyski trolari, sum rendi seg í tosk undir Grønlandi eftir kríggið.

 

Keypti Selnes

Diurin keypti sluppina Selnes fyri 25.000 kr. Hann rak hana sjálv­ur á snørisveiðu við Andrev Lindarstein úr Skúvoy sum skipara.

Í 1952 vóru teir seinir á Suður­landið, men fingu 213 skippund vártúrin. Um 20. juli komu teir heim við 300 skippundum, og um 10. september komu teir við 300 skippundum.

Nakað tað sama gekk í 1953. Í 1954 fóru skipini ikki avstað aftur fyrr enn í apríl vegna fiski­mannaverkfall í fleiri mánaðir. Teir høvdu tikið salt men mátti fortoya skipið við saltinum! Selnes fekk 334 og 322 skippund tveir túrar eftir verkfallið.

Í 1955 gekk á nakað sama hátt. Christian Clementsen av Sandi sigur í Siglingarsøguni, at hesi árini hjá sær við Selnes vóru góð inntøkuár, sum lønirnar vóru tá. Hetta kann eisini sigast at vera eitt herðaklapp til Diin.

Diurin leigaði Selnes út til aðrar reiðarar á sild og útróður. Eitt ár reiddi hann Selnes á sildaveiðu saman við garnavirkinum á Oyri við Aksel og Esmar Dahl, sum lótu reiðskapin. Báðir partar láta sera væl at samstarvinum. Garnavirkið keypti seinni Selnes og hevði hann í nøkur ár.

 

Á ídnaðarveiðu

Men Diurin var eisini millum teir fyrstu á ídnað­arfiskveiðu. Í 1971 keypti hann saman við versoninum Viberg og pápa hansara Ansgar Sørensen ídnaðartrolaran Norðland, og gekk hetta væl. Kann siga av royndum, at Diurin var ein góður reiðari. Men so fór at ganga niður á bakka við ídnaðarfiskinum, og Norðland varð seldur í 1974.

 

Fluttu til Havnar

Í 1970 flutti Ragnhild og Diurin til Havnar, har tey bygdu sær hús úti í Grønlandi. Fyrstu árini ar­­beiddi hann í Skipshandlinum og seinni á Telefonverkinum, har hann arbeiddi, til hann var 75 ára gamal.

Diurin og Ragnhild fingu døtur­nar Ina, sum andaðist í 2007, Oddvør, Brynhild og Jóna. Bryn­hild býr í Danmark, meðan hinar búgva í Føroyum. Abbabørnini eru 10, og langabbabørnini eru 23, so væl er komið burtur úr!

Tað verður ynskt Diinum hjarta­liga tillukku við teimum 100 árunum. Hann hevur verið ein av teimum, sum hava bygt land uttan nógvan háva.