Andrias Johannesen – Pápabeiggja til minnis

Andrias pápabeiggi er farin, sunnudagin 12. mai svav hann friðarliga inn í heimi sínum 79 ára gamal, eg kann siga, at hann doyði líka so friðar­liga, sum hann livdi.
Andrias var nummar seks av 10 systkjum, foreldrini vóru Thomas Jacob og Nico­lina Johannesen við Eiriks­toftir í Miðvági.
Pápin Thomas Jacob gjørd­ist avlamin av Tuberkl­um sum ungur maður, og pápi mín John á Løgmansbø, sum var elstur av brøðrunum, mátti sum heilt ungur taka ábyrgd av húsinum og systkjunum, tað hevur ikki verið nemt hjá honum, men næstan øll komu tey væl til sítt vaksna lív.
Pápi fór sum ungur at rógva út í Grønlandi, og beiggjarnir komu eisini við, sum teir vuksu til, teir høvdu eitt heilt serligt vinarband, serliga Pápi, Arnold, Andrias, Kristian og Karl sum var yngst­ur.
Pápi, Arnold og Andrias bygdu í 50’unum síð um síðu inni í “Hús,” og frá tá av vóru teir nærsagt óatskiljiligir, teir róðu út saman, fiskaðu síl saman og skutu harur sam­an, teir gingu á møtir sam­an, í kirkju, hugdu eftur fót­bólti og telvaðu, ja so góðum beiggjum skuldi tú leita leingi eftur.
Onkuntíð so var tað ov nógv fyri frúurnar, eg kann minnast, at einaferð teir fara á hvør sínari súkklu, við teimum langu sílatráðunum bundnum fram á róðri, tá hanga tær allar hvør úr sín­um vindeyga og skrála “Tit skula bara ikki koma aftur, sovið bara har norði,” teir bara vinkaðu glaðir til svar.
Tá pápi sjóláts við ís­lendska bátinum Sjø-stjørn­an broyttist alt, tað tók beiggj­unum heilt óalmindi­liga fast og ikki trúgvi eg, at teir nakran­tíð komu yvur tað.
Andrias pápabeiggi var ein ótrúliga sterkur maður, bæði kroppsliga og ikki minst sálarliga, hann hevði eina sterka gudstrúgv, sum altíð var har til staðar, og sum hann ongantíð sveik.
Andrias hevur ongantíð roykt ella drukkið, so fáir kundu taka hann í at orka.
Teir beiggjarnir vóru fram­úr­skarandi veiðumenn, líka frá tí eg dugdi at stetla, so kann eg minnast harurnar, sum lógu ígjøgnum allan køkin hjá Ommu líka út í tún, har var lív og gleði.
Ikki áttu tey nakra jørð og seyð, men fiski og eplum og grind og spiki var altíð nokk av hjá teimum og okkum.
Einaferð, tá eg hevði keypt Kvíandal sum haruhaga, so vóru vit komnir til síðsta dag og vit høvdu fingið einar 4 harur og tímdu ikki at skjóta meir og komu so oman umleið kl. 13, tá koma teir báðir Andrias og Arnold, “kunna vit fara ein túr, vit far bara at ganga undirhagan, fara slettis ikki uppá,” tað var í fínasta lagið, sigi eg, men eg haldi ikki, at tit fáa nakra, vit sóu í hvussu ikki nakrar aðrar enn hesar, vit fingu.
Tað gekk ikki meira enn hálvur annar tími, so kom bilurin hjá Andrias skreiðandi í túnið hjá mær, tveir so eviga glaðir pápabeiggar smekkaðu bagagurúmið upp. “Hvat held­ur tú, ha”
Har lógu 10 so nossligar harur í bagagurúminum, og eg var snópin, men eisini stolt­ur av mínum so heilt óluksáliga fittu pápabeiggj­um.
Andrias kom til persónliga trúgv á heilt ungum árum, hann gekk altíð á møtir og í 70’unum sungu vit saman Andrias, Arnold, Thomas Jacob, Jógvan Elias og eg og so Edvin Thomasen sum spældi orgul. Vit sungu til møtir runt um alt Føroya land, har høvdu vit manga stuttliga løtuna.
Kom til hugs allar haru­túrarnar Andrias og eg hava havt saman, bæði á Kvíandali, Tjørndalsegg, Dalinum og á Nýpuni, Heimaraleitinum og í Eggini, nógvar hugnaligar og ógloymandi løtur.
Einaferð vóru Arnold og eg og skutu á Heimaraleiti, vit høvdu fingið 8 harur og vóru ávegis oman, tað var byrjað at skýma - Andrias var tá innlagdur við magasári, sum plágaði hann í nógv ár - beint sum vit koma om­an á varðagøtuna og síggja oman yvur Miðvág, steðg­ar ein bilur niðanfyri tann gamla vatnbrunnin og ein mað­ur loypur úr og fer við ferð niðaneftur, hann renn­ur nakað rundt harniðri, Ar­nold gjørdist so fúkandi óður, “Ætlar hann at skjóta innanfyri, tað skal ikki ganga, den freki hundur.” Í tí sama so hoyra vit, at maðurin skjýt­ur og so tekur hann eina haru upp og fer so omanaftur. Arnold tók byrsuna og skjeyt 2 skot upp í luftina, maðurin fór omanaftur og í bilin og koyrdi avstað. Arnold skeld­aði allanvegin oman um henda freka kúllin, sum hevði skotið innanfyri mark beint fyri nøsini á okkum. Tá vit komu til hús, stóð Andrias uttan fyri hjá Arnold, “Sóu tit meg, eg fekk hana beint oman fyri gamla brunn”, hann vísti okkum eina stóra góða haru og vit kundu ikki ann­að enn flenna, hann var út­skrivaður sama dag og hevði fingið strangar ordrar frá læknanum um ikki at gera nakað likamligt tað fyrstu tíðina, men hatta var bara Andrias.
Eina aðra ferð vóru eg og Jógvan Elias bróður og Andrias og skutu á Kvíandali, tað var stórkavi og vit gingu niðan dalin, Andrias gekk nið­ast, á sløttum, eg gekk nakað ovaligari og Jógvan Elias ovastur, tað var ringt at ganga, tí kavin var so stórur. Við eitt, so síggji eg ikki Andrias, eg haldi so, at hann er í farin afturundur onkunstaðni og bíði so til at hann skal koma undan aftur, eingin maður, tá grunaði eg, at okkurt var galið og gekk so oman til har eg síðst hevði sæð hann, tá eg kom hartil, hoyrdi eg rópini frá honum, hann var farin niður ígjøgnum kavan í eina á, av tí at kavin var so høgur, var eingin kjansur hjá honum, sjálvur at koma uppaftur. Tað var kanska einir 4 metrar frá ovast á kavanum til nið­ast í ánni, eg fór so at sparka kavan niður í ánna, til eg fekk fatur í bakkan, tá var Jógvan Elias eisini komin har, so fingu vit saman fatur í hendurnar á Andriasi og hálaðu hann upp, tað kundu vit flenna eftur aftaná, men eg hugsaði mangan, hvussu tað hevði verið vorði,um hann var einsamallur, men vit fingu so kortini 12 harur tann dagin.
Ikki má eg gloyma æla­boga­sílið, hann fekk á vatn­in­um beint niðanfyri grót­brotið, tað var ein øgiligur kampur, so at Lea, sum sat í bilinum, mátti útum fyri at síggja ordiliga, hetta var við sleingitráðu og leingi vardi kampurin, men at enda vann Andrias og hálaði hetta kempu ælabogasílið uppá land og frøin var stór hjá Andriasi, ikki mátti tað etast, myndir vóru tiknar og sílið varð síðan fryst, eg veit ikki um tað liggur har í boksini enn, men tað er størsta og tjúkk­asta ælaboðasíl, eg nakran­tíð havi sæð, tað var 60 centi­metrar langt.
Altíð hevur vinskapur verið har ímillum húsanna og tað sama ímillum okkum systkinnabørnini, altíð eitt heitt hjartalag og tað er ikki minst Andrias og Leu fyri at takka. Sjáldan sást eitt betur hjúnalag, enn ímillum tey, tey hava altíð verið fyri­myndarlig.
Altíð lýsti forelskilsi lang­an veg av teimum og konu­maður var Andrias sum nakar, hann visti ikki hvørjum beini hann skuldi standa á, fyri at Lea skuldi fáa tað sum best møguligt. Ikki hevur tað verið so stutt­ligt tey síðstu nógvu árini, har sjúka og likamligir ska­vankir hava forðað tí dagliga gerandislívinum hjá teimum, aldri hoyrdi tú tey grenja og gremja seg.
Tað verður tungt hjá Leu framyvur, tí tey hava eis­ini verið saman, síðan tey vóru blaðung, men tann, sum tey bæði settu sítt álit á frá ungum døgum av, fer iva­leyst at hjálpa og ugga tað bløðandi hjarta, sum so mangan.
Eg kundi sagt nógvar søgurnar um Andrias pápa­beiggja, men fari bara at for­telja eina avtrat, hon er úr Føroyingahavnini, har ein maður datt av kaikantinum á bláman, hann dugdi ikki at svimja og byrjaði at søkka. Andrias, sum tilvildarliga kom framvið, sá at ikki var tíð at fara eftur báti ella nøkr­um øðrum og fór sum eitt fok niður ígjøgnum ein stiga (í Føroyingahavnini er munurin á flóð og fjøru einar 6 metrar, tí høvdu teir gjørt sovornar stigar við kanska 10 meturs millumrúmum, so menn altíð kundu koma niður í útróðrarbátarnar. Tá hetta hendi, var full fjøra, so langt var niður á sjógv). Tá Andrias er komin heilt niður til sjógvin, fær hann við at halda sær við aðrari hond­ini í stiganum og strekkja seg so langt hann kann, fatur í manninum, hetta er ein maður sum vigar um tey 200 pundini og gjóg­numdruknaður av sjógvi og uttan vit. Andrias fortaldi einaferð fyri mær, at tað var eins og ein rødd segði við hann: “Tak hann bara upp, eg skal geva tær styrki.”
Í einum taki og við aðr­ari hondini syfti Andrias mann­in upp úr sjónum og uppum seg sjálvan og helt honum har, til fólk kom til, beint aftaná. Hetta var eitt satt mandómsbragd men lítillátin sum Andrias var, segði hann “Tað var Harrans kraft.”
Andrias pápabeiggi er fari­n og missurin er stórur, ser­liga hjá tær Lea og hjá tykk­um, Nicolinu, Lias og Tór­ur við makum og abba­børn­unum og tað er við stórari samkenslu, at eg sigi takk fyri, at vit hava havt tað gleði at kent Andrias pápa­beiggja, hann verður ongan­tíð gloymdur.
-------
Valdemar