Andstøðan næstan meiriluta í Fólkatinginum

Nú restar lítið í, at andstøðan fær meiriluta í Fólkatinginum Eftir teirri seinastu veljarakanningini í Danmark, sum Megafon hevur gjørt, fáa teir báðir stjórnarflokkarnir og Danski Fólkaflokkurin 47,6 prosent av atkvøðunum og andstøðuflokkarnir 49,4 prosent á valinum týsdagin.

Samstundis stendur afturgongdin hjá Ny Alliance við. Eftir kanningini hjá Megafon fær flokkurin nú 3,0 prosent, og tað er 0,4 prosentstig minni enn í gjárkvøldið.

16 prosent hava framvegis ikki gjørt av, hvar tey fara at seta krossin.