Andstøðuflokkur í Hong Kong upploysir seg sjálvan

Elsti fólkaræðisinnaði flokkurin í Hong Kong, Demokratiski flokkurin, hevur avgjørt at upploysa seg sjálvan.

Demokratiski flokkurin er elsti fólkaræðisinnaði flokkur í Hong Kong. Sunnudagin boðaði floksformaðurin frá, at flokkurin er upploystur. (Savnsmynd). - Mynd: Tyrone Siu

Tað segði floksleiðarin, Lo Kin-hei, sunnudagin, sambært tíðindastovuni AFP.

- Sum bólkur haldi eg, at vit kunnu koma til ta niðurstøðu, at Demokratiski Flokkurin steðgar virkseminum í dag, segði floksformaðurin.

Flokkurin var seinasti stóri andstøðuflokkurin í Hong Kong.

Lo Kin-hei sendi eisini eina tøkk til stuðlar floksins seinastu 30 árini.

Upploysingin hevur verið í gongd síðani ársbyrjan.

Her grundgav floksformaðurin avgerðina um at arbeiða fram ímóti upploysn við "politiska umhvørvinum" í Hong Kong.

Demokratiskar kreftir í Hong Kong hava leingi verið undir stórum trýsti frá Kina.

 

/Ritzau/

 

 

 

Demokratiski flokkurin er elsti fólkaræðisinnaði flokkur í Hong Kong. Sunnudagin boðaði floksformaðurin frá, at flokkurin er upploystur. (Savnsmynd). - Mynd: Tyrone Siu