Serligi sendimaðurin hjá USA, Steve Witkoff, sigur, at stór framstig hava verið í samráðingunum um frið í Ukraina í dag.
Fundur hevur í dag verið í Berlin millum høgtstandandi amerikansk og ukrainsk embætisfólk um at fáa ein enda á krígnum millum Russland og Ukraina.
Við á fundinum var eisini ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj og versonurin hjá amerikanska forsetanum, Jared Kushner.
- Umboðini høvdu innleiðandi kjak, og gjørd vórðu stór framstig - og í morgin tíðliga fara partarnir at hittast aftur.
Soleiðis skrivar serligi sendimaðurin hjá USA, Steve Witkoff, á boðtænastuni X, fyrrverandi Twitter, í kvøld.
Líkt kundi tí verið til, at maðurin, sum í fleiri umførum hevur hitt russiska forsetan, Vladimir Putin, nú er meira bjartskygdur um eina friðartilgongd.











