Andstøðuleiðari í útlegd krevur nýval í Venezuela

Andstøðuleiðariní Venezuela Edmundo González Urrutia heitir nú á myndugleikarnar um at útskriva nýval í Venezuela.

Edmundo González Urrutia og María Corina Machado eftir nógv umstrídda forsetavalið í Venezuela í 2024. Urrutia krevur nú nýval í landinum. (Savnsmynd: Federico Parra/Ritzau Scanpix)

Tað sigur hann í einum video, sum hann hevur lagt út á sosiala miðilin X.

 

76 ára gamli Urrutia var mótvalevni hjá Nicolás Maduro á nógv umstrídda forsetavalinum í 2024. Andstøðan heldur fast við, at talan var um valsvik, og at tað í veruleikanum var Urrutia, sum vann valið.

 

Urrutia hevur búð í útlegd í Spania síðani september í fjør.

 

Samstundis lýsir hann sín stuðul til andstøðuleiðaran María Corina Machado, sum arbeiðir fyri einari demokratiskari loysn og nýggjum vali í landinum.

 

Sambært AFP leggur útmeldingin trýst á bæði myndugleikarnar í Venezuela og USA um at stuðla einari demokratiskari tilgongd í landinum.

 

– Vit standa saman við sama máli og somu kós móti somu framtíð, sigur Urrutia í sjónbandinum.

 

Nicolás Maduro varð kunngjørdur sum vinnari av forsetavalinum í 2024, men fleiri vesturlond og altjóða eygleiðarar hava ikki góðtikið úrslitið.

 

Í januar varð Maduro tikin til fanga av amerikonskum serherdeildum í Caracas, og síðani hevur fyrrverandi varaforsetin Delcy Rodríguez virkað sum forseti.

 

María Corina Machado rósti leygardagin Urrutia fyri hansara arbeiði og kallaði hann eitt fyridømi um trúskap og tænastu fyri heimlandið.

 

 

 

 

 

Edmundo González Urrutia og María Corina Machado eftir nógv umstrídda forsetavalið í Venezuela í 2024. Urrutia krevur nú nýval í landinum. (Savnsmynd: Federico Parra/Ritzau Scanpix)