Tað skrivar Kringvarpið frá íslendsku miðlunum Viðskiptablaðið og Morgunblaðið, sum vita at siga, at semja er gjørd millum Faroe Ship og íslendska Sjómannafelagið.
Verkfallið byrjaði mánadagin á middegi. Orsøkin var stúran hjá íslendskum sjómonnum fyri, at teir fóru at missa arbeiðið, og at bíligari útlendsk arbeiðsmegi skuldi setast í staðin.
Verkfallið rakti skipini Brúarfoss, Dettifoss og Selfoss, sum øll eru knýtt at siglingini hjá Faroe Ship.
Bæði Eimskip og Faroe Ship hava undir verkfallinum víst á, at skipini eru mannað og lønt sambært íslendskum sáttmálum.
Steinar Eirikstoft, stjóri í Faroe Ship, segði fyrr í vikuni, at verkfallið hevði lítla ella onga ávirkan á virksemið í Føroyum.
Nú verður farið undir at fáa skipini aftur í regluliga sigling. Roknað verður við, at seinkingarnar verða innheintaðar í komandi viku.










