Leitað hevur verið eftir teimum saknaðu síðani týsdagin, tá ein kemikaljutangi kollapsaði á einum pappírsvirki í Longview í statinum Washington. Nú eru øll 11 deyðu funnin. (Savnsmynd: David Ryder/Reuters)

Talið av deyðum eftir vanlukku á pappírsvirki í USA komið upp á 11

Øll tey saknaðu eftir álvarsligu arbeiðsvanlukkuna á einum pappírsvirki í amerikanska statinum Washington eru nú funnin deyð.

Leitað hevur verið eftir teimum saknaðu síðani týsdagin, tá ein kemikaljutangi kollapsaði á einum pappírsvirki í Longview í statinum Washington. Nú eru øll 11 deyðu funnin. (Savnsmynd: David Ryder/Reuters)

Tað merkir, at talið av deyðum er komið upp á 11 fólk, skrivar Reuters.

Vanlukkan hendi týsdagin, tá ein stórur tangi við hvítum lút kollapsaði á pappírsvirkinum í býnum Longview. Fyrst vórðu tvey fólk staðfest deyð, meðan níggju onnur vóru saknað.

Seinastu dagarnar hava serútbúnir sløkkiliðsmenn og dronur leitað í leivdunum á virkinum, og nú eru øll tey saknaðu funnin.

Tangin hevði umleið 3,4 milliónir litrar av hvítum lúti, sum verður brúktur í framleiðslu av pappíri. Eftir óhappið stóðst ótti um dálking av bæði luft og drekkivatni.

Kanningar vísa, at kemikaliið rann út í ánna Columbia River, men sambært staðbundnum myndugleikum eru eingi tekin um heilsuskaðiligar avleiðingar hvørki fyri luftgóðsku ella drekkivatnið í økinum.

Pappírsvirkið er í dag á japanskskum hondum hjá Nippon Paper Industries.