Politiski taktikarin, sum dugdi at halda Fólkaflokkinum at valdinum
Í dag fyllir Anfinn Kallsberg, fyrrverandi løgmaður, steyti.
Anfinn Kallsberg var løgmaður í Føroyum í fullveldislandsstýrinum, sum Tjóðveldisflokkurin, Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin skipaðu eftir valið í 1998, tá Tjóðveldi gjørdist størsti flokkur. Sjálvt um bæði Javnaðarflokkurin, sum endaði í andstøðu, og Tjóðveldisflokkurin fingu fleiri atkvøður enn Fólkaflokkurin, so fekk Fólkaflokkurin løgmann.
Fullveldislandsstýrið helt fram eftir valið í 2002. Men tá misti landsstýrið meirilutan, og tí vóru boð eftir Miðflokkinum afturat. Tann samgongan slitnaði tó í 2003, og val varð útskrivað til 20. januar í 2004.
Anfinn Kallsberg varð valdur á ting fyrstu ferð í 1980 – tá hann lyfti arvin eftir Hákun Djurhuus, sum tá gavst í politikki. Anfinn Kallsberg gjørdist landsstýrismaður seinnu helvt av tí valskeiðnum, tá hann var landsstýrismaður í fiskivinnu- og handilsmálum.
Anfinn Kallsberg er tiltikin taktikari í politikki. Tað gav at bíta, tá Javnaðarflokkurin í 1996 fór úr samgonguni hjá Edmund Joensen við teirri sannføring, at Edmund Joensen fór at skriva út val. Men tá kom Fólkaflokkurin upp í samgonguna, bjargaði henni, og Anfinn Kallsberg gjørdist fíggjarmálaráðharri.
Eftir hetta sat Fólkaflokkurin í samgongu í 19 ár at kalla út í eitt. Eitt lítið glopp var meðan CHE samgongan sat í 2008 og eitt skifti í 2011, og tá Fólkaflokkurin fór úr seinnu ABC samgonguni.
Áðrenn Anfinn Kallsberg kom upp í landspolitikk var hann borgarstjóri á Viðareiði.
Í landspolitikkki hevur hann eisini verið løgtingsformaður og fólkatingsmaður frá 2005-2007.
Hann er útbúgvin innan skrivstovu og handil. Hevur starvast sjálvstøðugur við bókhaldi og annað á Viðareiði í tíðarskeiðinum frá 1974 til 1996. Harumframt hevur hann starvast hjá J. F. Kjølbro í Klaksvik frá 1964 til 1974.
Anfinn Kalsberg segði seg frá sum løgtingsmann 19. januar í 2011. Jørgen Niclassen fór frá sum uttanríkisráðharri og fór í staðin í Løgtingið, og Bjarni Djurholm, sum hevði verið varamaður, fekk tá fast sæti á tingi.
Annfinn Kallsberg hevði tá verið virkin í føroyskum landspolitikki í 30 ár.