Anfinn Kallsberg skilir ikki Sambandsflokkin

Nú má Sambandsflokkurin blíva samdur við seg sjálvan um, hvat hann vil, sigur formaðurin í fíggjarnevndini hjá Løgtinginum

- Hetta bara forstýrar samgonguna.

Anfinn Kallsberg, formaður í fíggjarnevndini, er ikki fegin um nýggja uppskotið frá Sambandsflokkinum um at hækka blokkin í Danmark.

- Tað segði hann í tíðindunum á Rás2 nú á miðdegi.

Tað hevur vakt ans í samgonguni, at flokkurin nú hevur skotið upp at biðja danir um hægri blokk fyri at bøta um undirskotið á fíggjarlógini.

Men tað vakti uppaftur størri ans og undran, tá ið Edmund Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, í sjálvdrátti sendi út tíðindaskriv um tað sama, sum um at hann hevði funnið upp á hetta sjálvur.


Vánaligt hugskot

Men í tíðindunum á Rás2 á miðdegi í dag, helt Anfinn Kallsberg, at hetta er eitt vánaligt hugskot.

- Tvørtur ímóti, tí vit settu skipanini úr gildi fyrst í øldini, har blokkurin verður prístalsviðgjørdur, so at hann hækkar í takt við prísvøksturin í samfelagnum.

- Endamálið við tí var, at sum frálíður skuldi blokkurin fáa minni og minni týdning í føroyska búskapinum.

Anfinn Kallberg leggur afturat, at hendan ABC samgongan hevur gjørt ta søguligu semju í samgonguskjalinum, at blokkurin skal minka í takt við at búskapurin veksur.

-Tað er ein fín loysn, sum allir flokkar á tingi átti at tikið undir við og tað átti at verið samlaði føroyski politikkurin mótvegis dønum, segði fyrrverandi fólkafloksformaðurin við Rás2.

Hann segði at fyri Fólkaflokkin er tað umráðandi at fáa ein sjálvberandi, føroyskan búskap sum byggir á tey virði, sum samfelagið sjálvt skapar.

- Vit eiga heldur at laga útreiðslurnar til tær inntøkur, samfelagið skapar og tí er tað forstýrandi, at Sambandsflokkurin nú uppfinnur nýggjar inntøkur, sum gevur loyvi til, at útreiðslurnar kunnu veksa enn meir, uttan at tað hevur grundarlag í framleiðslu, samfelagið sjálvt skapar.


Skilir ikki Sambandið

Anfinn Kallsberg staðfestir, at samgonguskjalið er púra greitt og tí skilir hann ikki Sambandsflokkin.

Hann helt, at Sambandsflokkurin átti at blivið samdur við seg sjálvan, tí sum hann skilti løgmann, tekur hann ikki undir við ætlanini.

Men hann hevur illgruna um, at hetta er bara fyri at gera vart við seg.

- Orsøkin kann vera, at ES málið, sum er hitt stóra rumbulsmálið hjá Sambandsflokkinum, nú er fánað burtur, eftir at veljarakanningar í íslandi, vísa, at støðan er broytt.

- So møguliga er tað hetta bara fyri at gera vart við seg, leggur Anfinn Kallsberg afturat.