Ríkmaðurin Elon Musk segði í nátt okkara tíð, at tørvur er á einum nýggjum flokki í USA.
- Fólkið hevur talað. Neyðugt er við einum nýggjum politiskum flokki í USA, sum skal umboða tey 80 prosentini í miðjuni. Og júst 80 prosent taka undir við tí. Tað er lagnan, skrivar Elon Musk á X.
Hann vísir í sínum innleggi til eina veljarakanning á sama palli, sum hann stovnaði 5. juni Her spurdi hann sínar fylgjarar, um ein nýggjur flokkur skuldi stovnast.
- Er tíðin komin til at stovna ein nýggjan politiskan flokk í USA, sum í roynd og veru umboðar tey 80 prosentini í miðjuni, skrivaði hann.
Umleið 5,5 milliónir brúkarar hava svarað kanningini, harav 80,4 prosent hava trýst á ja.
Elon Musk hevur luftað hugskotið um ein nýggjan flokk, eftir at hann og amerikanski forsetin, Donald Trump, brustu saman.
Musk stuðlaði Trump og fekk ein týdningarmiklan sess í Trump-stjórnini eftir at forsetin varð settur í starv.
Elon Musk fór úr starvinum síðst í mai og hevur síðani funnist at politikkin hjá Trump.
Ríkmaðurin skrivar ikki, at hann sjálvur ætlar at stovna ein nýggjan flokk í USA, sum í løtuni er stýrdur av tveimum stórum flokkum, Republikanski flokkurin og Demokratiska flokkinum.
Nakrar minuttir eftir upprunaliga innleggið leygarkvøldið um ein nýggjan flokk, skrivaði Elon Musk eitt nýtt innlegg, har hann eftir øllum at døma kemur við einum hugskoti til navnið.
- Amerikanski flokkurin (The America Party, red.), skrivar Musk.
Elon Musk stendur aftan fyri bilafyritøkuna Tesla og rúmdarfyritøkuna SpaceX, samstundis sum hann eisini eigur pallin X.
Stuðul hansara til Donald Trump byrjaði í til forsetavalið í 2024, tá Musk gav nógvar pengar til valstríðið hjá Trump. Báðir tosaðu undir valstríðnum um tørvin á at skerja almennu útreiðslurnar og steðga ólógligari innflyting.
Síðani varð Elon Musk settur at standa fyri nýstovnaðu stjórnarvirknaðardeildini (Doge), sum skuldi finna støð, har embætisverkið kundi avtakast.
Men síðani hava teir báðir víst seg at vera ósamdir um, hvør búskaparpolitikkur skal rekast í USA. Musk hevur m.a.
/Ritzau/
##med2##