TV3 Max vísir meistaraskapsavgerandi dystin hjá Füchse Berlin

Í morgin klokkan 14 spæla Hákun West av Teigum og liðfelagarnir seinasta dystin hetta kappingarárið

Í morgin kann Hákun West saman við liðfeløgunum í Füchse Berlin skriva søgu í seinasta leikumfarinum í týsku bundesliguni.

 

Vinnur Füchse Berlin ella leika teir javnt mót Rhein-Neckar Löwen á útivølli klokkan 14 í morgin, so eru berlinararnir týskir meistarar á fyrsta sinni í søgu felagsins. 

 

Undan seinasta leikumfarinum hevur Füchse Berlin 56 stig, og verandi meistararnir, Magdeburg hava 55 stig. Málmunurin hjá berlinarunum er 55 mál betur enn tann hjá Magdeburg. Tí kunnu Hákun og liðfelagarnir klára seg við javnleiki. Magdeburg spælir eisini á útivølli klokkan 14 í morgin. Teir spæla móti Bietigheim-Metterzimmern, ið er eitt stig omanfyri niðurflytingarstrikuna, og tí hevur nógv at spæla fyri.

 

TV3 Max, ið sæst á Televarpinum vísir dystin í morgin klokkan 14 millum Rhein-Neckar Löwen og Füchse Berlin. Sendingin byrjar klokkan 13.55. Dysturin sæst eisini á Viaplay.