Nú Jens Pauli Heinesen fyllir 70, kann hann líta aftur á eitt ritverk, sum man vera tað størsta í føroyskum bókmentum. Oman fyri 30 útgávur: søgusøvn, skaldsøgur, barnabøkur og sjónleikir. Hann hevur lýst Føroyar frá fyrstu minnum miðskeiðis í tríatiárunum og til dagin í dag. Ein veldug broyting er farin fram, ein ómetalig búskaparlig menning, men hevur sálin hildið tørn?
Meðan ein høvundur sum Heðin Brú lýsir tað nýggja ídnaðarsamfelagið sum ein avgjørdan framburð, uttan tó at undirmeta tað gamla samfelagið, so førir Jens Pauli Heinesen atfinningar fram ímóti nútíðarsamfelagnum. Hann setir ikki á nakran hátt tað undanfarna samfelagið fram sum fyrimynd, men lýsir skeivleikar og sakn í okkara samfelag, serliga har munurin gerst ov stórur millum ta framkomnu tøknifrøðina og tað andaliga vesæladømið. Allastaðni í skaldskapinum hjá Jens Paula er bardagin hjá tí intellektuella móti hesi armóð og tí dølskleika, sum hevur við sær, at tú ikki hugsar sjálvur, men í staðin letur onnur gera tað fyri teg.
Hvør er offur og hvør er bøðil?
Tann andaliga armóðin er kortini ikki eitt nýtt fyribrigdi, hóast hon er blivin meira sjónsk. Í søguni "Brúgvin og mýran" (Í aldingarðinum 1971) plága tveir dreingir frásøgudrongin og royna at fáa hann at gráta. Tann sakleysi møtir óndskapinum, men hann vil ikki gráta. Aldrin. Hann vil ikki vera offur, og fáa bøðlarnir hann ikki at gera, sum teir vilja, so er hann ikki rættiliga brúkiligur sum offur. Um somu tíð sum teir spilla tilveruna hjá honum, so loyvir hann teimum ikki at blíva fullkomnir bøðlar, tí hann vil ikki spæla leiklutin sum offur.
Seinni í skaldskapinum finnir frásøgumaðurin út av, at teir sum happa hann, og sum hann hevur verið bangin fyri, bøðlarnir hjá honum, eru neyðardýr. Teir eru offur. Og í teirra eygum eru hann og tey, sum eru væl fyri, tey eru bøðilin. Hvør er offur og hvør er bøðil er treytað av eygunum sum síggja. Ofta er tað tilvildin, sum avger, hvør ið verður hvør.
Neurosir
Sambært sálarfrøðingin Alfred Adler stava neurosir ikki frá tí seksuella sum hjá Freud, men frá undirlutakenslum. Vit eru fødd veik og eru knýtt at øðrum í einum langum barndómi. Hendan grundleggjandi undirlutakenslan er okkara drívkraft, og alt lívið er so ein tillagan til hetta. Og tað gongur so meir og minni væl.
Minnilutakenslur sum drívkraft verður viðgjørt í søguni "Ein einsligur floytutóni" (Aldurnar spæla á sandi 1969). Í søguni koma hatur og minnilutakenslur mótvegis tí væltillagaða menniskjanum ferð eftir ferð undan kavi. Tann einsligi floytutónin er tann óloysandi pínan, sum situr í frásøgumanninum, tá ið hann upplivir tey illa tillagaðu og hatsku í samfelagnum, uttan at hann er førur fyri at broyta viðurskiftini, og hann skilir, at offur og bøðil eru treytaðir av hvørjum øðrum. Annar ikki uttan hin.
"Eg gruni, at tað finst ein fíggindaskapur okkara millum, ið ikki er so lættur at rudda burtur, tí hann er grundleysur og høpisleysur".
Menniskjan og natúran
Kanska hevur menniskjan monopol upp á meinfýsni, men eirindaloysi hevur hon í felag við natúruna, sum tað fleiri ferðir verður víst. Tað sjúka tjaldrið verður skrætt sundur, og "enn í dag situr málið í tí í sálini sum ein lítil heilsan úr helviti" (Brúgvin og mýran). Og eina aðrastaðni sær hann eina likku skræða ein livandi tjaldursunga í seg, og eingi av einum hundrað tjøldrum gera nakað. Frásøgumaðurin hugsar um at leggja uppí, men er ov seinur, "men enn í dag iðri eg meg um, at eg ikki í hesum eina føri legði upp í náttúrunnar skipan og sum ein gudur rætti út kraftarhond mína fyri at leggja meg útí og steðga tí blóðigu slóð millum bøðil og offur" (Á strondini tíðleysu úr Dropar í lívsins havi 1978).
Vit menniskir kunnu gera munin, bæði í okkara verð og tí hjá djórunum. Djórini hava ikki meiri uppiborið at líða enn vit, og ein avleiðingin hjá høvundinum er, at hann fyri langari tíð síðani talaði at tí mátanum, grind varð dripin uppá. Á hesum øki hevur høvundurin fingið rætt, og tað er stórur munur á grindadrápi nú og fyri 30 árum síðani.
Longu tíðliga gert drongurin greiður yvir, at ævinleikin ikki er okkum beskorin. Alt fær ein enda og øll fara at doyggja, eisini foreldrini og ein sjálvur. Hendan vitan, sum bara menniskir hava, býr í okkum sum ein egin sorgarkensla. Um somu tíð kanst tú á ein hátt siga, at tíðin og ævinleikin eru eitt, og at øll, sum hava verið, eru og fara at vera, búgva í tíðini og fara at hittast har: "Har á strondini tíðleysu hittust vit, ættarliðini øll, í somu angist jagstrað av somu fornverum". Ævinleikin er sostatt lívið, sum gongur frá persóni til persón og ikki títt privata lív.
Angist
Høvundurin vísir á, at eisini dýrini eru bangin. Allar mælandi og ómælandi verur líða av angist - eisini vaksin, men tey kunnu skúgva hann til viks. Hetta er upprunaangistin, sum hevur verið í okkum, frá tí vit ikki høvdu meira medvit enn forfaðir okkara reyðmakkurin. Tann angist, sum Jens Pauli Heinesen vísir okkum á, er lík fatanini, sum Søren Kierkegaard leggur fram. At angistin ikki hevur nakað við ítøkilig ytri viðurskiftir at gera, men altíð skal skoðast í mun til nakað innan í okkum, og at allir skapningar líða av angist.
Í kvæðunum er demonin ítøkilig: hon er alt tað, sum liggur í slys eftir menniskjanum. Á okkara døgum - post Freud - er demonin psykologisk; hon er eitthvørt innan í okkum sjálvum, sum vit ikki hava tamarhald á og sum tískil kemur eftir okkum, tá ið á stendur. Vána kor í uppvøkstrinum - serstakliga á kensluøkinum - gera teg fremmandan fyri medmenniskjum og umskapa teg til ein, ið stendur uttan fyri felagsskapin. Angistin fyri tí endaligu týningini verður til angist fyri broyting frá einum støði til eitt annað. Tvs. at hóast tú kennir teg drignan av einum, so megnar tú ikki at gera nakað, tú ert komin í baklás.
Barnafatan
Drongurin fortelur, at hann fyri vist hevði trúð upp á, "at jørðin hekk í einari ketu meinlík teimum akkersketum, ið sluppirnar lógu við úti á vánni og líka so rustað, og at Várharra sat við endan uttan at troyttast, eg hevði onkuntíð undrast á, hvussu tann stóri smiðurin bar seg at við at umvæla, tá ið liðini stund um stund máttu liða seg sundur í teirri longu tíð, men hesari barnatrúgv hevði eg slept og visti nú, at jørðin fór rullandi einsamøll eins og eg gjøgnum rúmdirnar..." (Sama stað).
Fatanin hjá dronginum minnir í fyrstani um hana í "Endurminningunum" hjá Heðini Brú, har Várharra situr við jørðini í hondini og uppi yvir honum Tann Helligond í skapilisinum av einari dúgvu. Seinni partur við jørðini sendandi ígjøgnum alheimin minnir aftur fyri um brot í skaldskapinum hjá Williami Heinesen, har drongurin finnir út av, at verðin hevur onga byrjan og ongan enda, og sostatt finst eingin evsti dagur, eingin dómadagur - og tað er ein ómetaligur lætti. Hjá bæði Williami og Jens Paula er menniskjað kjarnin, meðan himmalin ikki er ein viðkomandi veruleiki.
Temu
Øll týðandi temu í tí drúgva skaldaverkinum hjá Jens Paula Heinesen er longu grundfest í teimum fyrstu bókunum: listamaður mótvegis samfelag, hvat er tíð?, skilnaðurin ímillum gomlu og nýggju tíðina og somuleiðis kærleikin. Eitt sindur seinni koma minnilutakenslur sum drívkraft, virkisfýsni í tómgongd og so frumangistin, sum allar verur líða av.
Listamaðurin verður mangan vanvirdur sum spilla, og hetta byggir ivaleyst fyri ein part á egnar royndir. Jens Pauli Heinesen sigur í eini grein frá, hvussu hann sum ungur helt, at listamaðurin mátti vera tann mest virdi persónurin í einum samfelag, tí hann leggur mest fyri. Tað varð nú skjótt, at hann fekk greiðu á, at tað er beint øvut: tað eru ikki mong, sum brýggja seg um, tíansheldur virða ein listamann.
Í teimum fyrstu bókunum er høvuðspersónurin mangan listamaður, ella hann hevur ætlanir tann vegin. Í tí stórfingnu "Frænir eitur ormurin" 1973 tekur høvundurin avleiðingarnar av tí kjakkenda, og letur høvuðspersónin vera blaðmann og politikara í einum samfelag í upploysing, har høgrapopulistiskar kreftir taka valdið. Umframt at "Frænir eitur ormurin" er spennandi skaldsøga, so er Jens Pauli Heinesen ivaleyst tann fyrsti umframt William Heinesen, ið aftur av álvara avmyndar Havnarbý. Her eru eingi duld nøvn.
"Gamansleikur" I 1974, "Rekamaðurin" 1977 og "Gamansleikur" II 1995 eru skemtiligar dagdvøljur, og "Tey telgja sær gudar" 1979 hevur Alfred Adler í baksýnini. Eitt sindur ironiskt kann tað tykjast, at høvuðspersónarnir eru synir ein listamann, og at tað akkurát er vegna ta vanvirðing, teir hava møtt í uppvøkstrinum, at tað gongur teimum so illa seinni í lívinum.
Í tí higartil størstu menningarskaldsøguni á føroyskum, "Á ferð inn í eina óendaliga søgu" 1-7 1980-92, er høvuðspersónurin Hugin ein listasál, ið hevur havt samband við yvirnatúrligar kreftir. Listamaðurin finst í øllum skaldskapinum, men í ymiskum hami. Seinasta bókin í verkinum trívir í aftur hendingar frá fremst í fyrstu bókini, og á tann hátt lokar høvundurin ringin.
Ímóti tolking
Gløgga amerikanska bókmentakvinnan og rithøvundurin Susan Sontag skrivaði í 1964 eina grein við heitinum "Against interpretation" (Ímóti tolking). Her tekur hon í herðatoppin á teimum sum ikki vilja lata listaverkið tala fyri seg sjálvt, men partú mugu útleggja tað. Susan Sontag vil vera við, at á henda hátt gera hesir tolkarar listina vandaleysa.
Hon vil somuleiðis vera við, at hendan smáborgaraliga tolkingin blómur innan bókmentir, og hendingaferð gerst ein høvundur so ótryggur av, at listin hjá honum hevur eina tílíka kraft, at hann í verkið sjálvt leggur inn, hvussu tað skal tolkast. Thomas Mann ? ein fyrimyndin hjá Jens Paula Heinesen - verður nevndur sum dømi um ein tílíkan ovursamstarvshugaðan høvund. Eru høvundarnir harafturímóti treiskir, so eru kritikararnir findarglaðir at útinna hetta arbeiði.
Venda vit okkum til Susan Sontag og hennara ákærur mótvegis Thomas Mann, so kann Jens Pauli Heinesen ikki altíð vænta fríkenning. Dømi er skaldsøgan "Tey telgja sær gudar", har teoriirnar hjá sálarfrøðinginum Alfred Adler eru innbygdar sum beinagrind og svarlisti. Men umframt hesa skaldsøgu, so er tað ikki samstarvshugur í áðurnevndu merking sum eyðkennir skaldskapin hjá høvundinum.
At enda skal tað bara nevnast, at ein kjarnin í skaldskapinum hjá Jens Paula Heinesen er at vísa, at heilin er dyggasta kynsgøgnið, og hetta innlit veitir flestu søgum eitt milt umberandi brá. Groucho Marx varð einaferð spurdur, hvat hann helt um sex og svaraði, at hann metti, at tað var komið fyri at blíva verandi. Man Jens Pauli ikki vera samdur?