Einkjan eftir indonesiska fiskimannin, sum fórst við garnaskipinum Anitu, fær helst tryggingarendurgjald, men óvist er, hvussu stór henda upphædd verður. Mangt bendir á, at talan verður um eitt lutfalsliga lítið endurgjald í mun til, hvat ein føroysk eftirsitandi einkja hevði fingið, um maður hennara læt lív umborð á skipi.
- Tað, at mynstringin ikki var sambært føroyskum sáttmála, ger, at tryggingarupphæddin hjá einkjuni, Kuswatun Hasanah, helst verður munandi minni, enn hon annars hevði verið. Tað tekur sína tíð at avgreiða eitt slíkt mál, og tí hevur tryggingin mælt einkjuni til at søkja um forskot upp á tryggingarpengarnar.
Tað sigur Annfinnur Garðalíð, sum serliga fekk áhuga fyri familjuni hjá 34 ára gamla sjómanninum, Seafundin Hasanah, tá eingin gjøgnum alla tilgongdina í málinum spurdi um bakgrundina hjá indonesiska sjómanninum.
- Hvussu var støðan hjá familju hansara, og hvat fingu tey at vita um vanlukkuna?
Hann sigur, at við góðari hjálp frá indonesisku manningini, sum var við Anitu, eydnaðist honum at fáa greiði á, hvussu støðan hjá familjuni í Indonesia var. Tað vísti seg nevniliga, at eftir sat einkja og tvey ára gamla dóttir teirra, Nasya Aqila Hasanah.
Annfinnur Garðalíð sigur, at tá fiskimaður - føroyingur ella útlendingur - mynstrar við føroyskum skipi, hevur viðkomandi lógartryggjaðan rætt til eina ávísa vanlukkutrygging.
- Men, tað gevur eina munandi minni upphædd, tá viðkomandi ikki er limur í føroyskum fakfelag og ei heldur er mynstraður eftir føroyskum sáttmála. Eg vænti, at tryggingarupphæddin, sum einkjan kann vænta sær eftir deyðsfallið, helst fer at liggja um einar 150.000 krónur.
Annfinn vísir á, at við fíggjarligari hjálp frá manningarfeløgunum hevur eisini eydnast at fáa sjófrágreiðingina umsetta úr donskum til indonesiskt mál.
- Hetta merkir, at nú kann einkjan lesa um, hvat hendi manni hennara, og hvat gjørt varð fyri at finna Seafundin Hasanah aftur, sigur Annfinnur Garðalíð, sum er næstformaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag.