Vitjan
Fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Anker Jørgensen, kemur í morgin á privata vitjan í Føroyum. Hann fer at halda fyrilestur í Norðurlandahúsinum, eins og hann fer at ferðast eitt sindur kring oyggjarnar.
Tað eru í ár 20 ár síðan, Anker Jørgensen fór frá sum forsætisráðharri í Danmark. Hann hevur síðan ferðast nógv í Danmark og hildið fyrilestrar av ymsum slagi, eins og hann eisini hevur fingist við annað mentanarligt arbeiði. Millum annað hevur hann skrivað fleiri bøkur um sítt politiska lív.
Anker Jørgensen sigur við Sosialin, at bókmentir og list eiga stórt pláss í lívi hansara.
Serliga virkin hevur Anker Jørgensen verið í norðurlendskum samstarvi, síðan hann fór úr forsætisráðharrasessinum.
Hann hevur verið formaður í donsku sendinevndini í Norðurlandaráðnum árini frá 1982 fram til 1993.
Fakfelagsmaður
Tað kom heldur óvart á fleiri, tá Jens Otto Krag, forsætisráðharri, beint eftir fólkaatkvøðuna, har Danmark limaði seg inn í EEC í 1972, boðaði frá, at hann legði frá sær sum forsætisráðharri.
Upp aftur meira óvart kom tað, tá hann útnevndi eftirmannin, hin 50 ára gamla formannin fyri landsins størsta fakfelag, SID, Anker Jørgensen, til nýggjan forsætisráðharra.
Anker Jørgensen sat sum danskur forsætisráðharri í tíðarskeiðnum 1972 - 1973, og aftur árini frá 1975 til 1982, tá Poul Schlüter tók við.
Anker Jørgensen tók við sum formaður fyri fakfelagið SID í 1968 og varð sitandi, til hann gjørdist forsætisráðharri í 1972.
Í 1973 gjørdist hann formaður fyri størsta politiska flokkinum í Danmark, Socialdemokratiet. Anker Jørgesen sat sum floksformaður í 15 ár, til hann í 1988 lat sessin frá sær til Svend Auken, sum Anker Jørgensen sjálvur tilmælti sum sín eftirmann.
Rithøvundur
Anker Jørgensen hevur skrivað rímiliga nógv, síðan hann gavst í politikki. Serliga um sítt politiska lív. Bæði um danskan politikk, eins væl og altjóða politikk.
Fyri hetta arbeiðið sítt hevur hann eisini fingið nógvar viðurkenningar. Nevnast kunnu PH-prisen, Dansk Forfatterforenings Fredspris, Jytte-prisen og LO's Kulturpris.
Umframt at skriva bøkur ferðast hann nógv kring Danmark og heldur fyrilestrar. Einar tríggjar fýra hvørja einastu viku, sigur hann við Sosialin.
Anker Jørgensen sigur, at hann heldur fyrilestrar um lív sítt sum politikari, og um fólk, hann hevur møtt á leiðini.
Hann fer ikki av vegnum fyri at koma við ávísum metingum av aktuellu støðuni í heiminum í dag, greiðir hann frá. Eitt nú plagar hann í fyrilestrum, hann heldur, at tosa um høgrarákið, sum í dag fer um Europa.
?Sjálvur haldi eg tað vera eitt framviðfarandi fyribrigdi, men kortini eitt keðiligt fyribrigdi, sigur Anker Jørgensen.
Um støðini, har hann plagar at halda fyrilestrar, sigur hann, at tey eru ógvuliga ymisk. Hann er í rættiliga nógvum pensionistafeløgum, á studentaskúlum, á hægri læristovnum, eins og hjá meinigheitráðum og sjálvandi eisini í fakfeløgunum, greiðir Anker Jørgensen frá.
?Gamla fakfelag mítt, SID, vitji eg javnan. Felagið hevur 380 deildir, so har er nógv at fara til. Og tá verður tað sjálvandi umframt politikaran eisini fakfelagsmannin, eg tosi um, sigur Anker Jørgensen.
Vanligt er, sigur hann, at tá hann heldur fyrilestur, plaga áhoyraranir at fáa høvi til at seta spurningar og gera viðmerkingar til tað, sagt er. Og tað kunnu standast lívlig kjak av tí, greiðir Anker Jørgensen frá.
Føroyavitjan
Føroyavitjanin hjá Ankeri Jørgensen í vikuni er ikki hansara fyrsta. Einar fimm ferðir fyrr hevur hann verið í Føroyum, greiðir hann frá. Fyrstu ferð var sum forsætisráðharri í 1973.
Anker Jørgensen er boðin til Føroya á hesa vitjanina, og hann gleðir seg at síggja oyggjarnar aftur, sigur hann. Hann letur heilsa, at hann livir væl, og hóast hann er við at verða ein gamal maður - hann fyllir 80 ár tann 13 juli - ætlar hann at halda fram við sínum fyrilestrarøðum, hóast tær kanska við tíðini fara at fækka í tali hvørja viku.
Anker Jørgensen kemur eftir ætlan til Føroya við flogfari fyrrapartin í morgin. Klokkan 15.00 seinnapartin fer hann á vitjan í Norðurlandahúsinum, har Helga Hjørvar, stjóri, fer at vísa honum húsið.
Klokkan 16.00 fer hann at halda almennan fyrilestur í kaffistovuni í Norðurlandahúsinum, har áhoyrararnir eisini fáa høvi at seta spurningar og gera viðmerkingar til tað, sagt verður.
Fyrrapartin fríggjadagin fer Anker Jørgensen at hyggja seg um í gomlu Havnini. Millum annað fer hann at vitja í Havnar Kirkju og í Undirhúsinum, har ivaleyst okkurt verður at práta um.
Klokkan 11.00 fyrrapartin fer hann at vitja í Dagtilhaldinum í Tórsgøtu, har hann fer at geva eitt boð uppá, um Eldraárið hevði nakrar batar við sær fyri pensionistarnar.
Leygardagin verður farið til Klaksvíkar, har vitjað verður í Christianskirkjuni, eins og hjá pensionistafelagnum.
Sunnudagin verður vitjað í Sandoynni, har millum annað høvi verður at hitta fólk í Dali, har ætlanin er at fáa ein kaffimunn klokkan 15.00 seinnapartin.
Anker Jørgensen fer aftur til Danmarkar við flogfari mánadagin.