Í hesum døgum er fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Anker Jørgensen, á vitjan í Føroyum saman við vinkonu síni, Vivy Niemand. Hann hevur verið her fyrr sum forsætisráðharri, men ongantíð sum privatpersónur.
Anker Jørgensen gjørdist forsætisráðharri í Danmark so brádliga, tá Jens Otto Krag, uttan nakran vardi, legði frá sær dagin eftir fólkatkvøðuna í Danmark í 1972 um EF-limaskapin.
Fyrrverandi forsætisráðharrin kom til Føroya hósdagin við flogfari. Seinnapartin hósdagin vitjaði hann í Norðurlandahúsinum, har Helga Hjörvar vísti hon húsið, sum ikki varð bygt, tá hann seinast vitjaði í Føroyum.
Hóast tað eru 20 ár síðani, at Anker Jørgensen legði frá sær sum forsætisráðharri, so er hann ein nógv umbiðin fyrilestrahaldari. Einar tríggjar ferðir um vikuna er tann dámli 79 ára gamli maðurin úti til fyrilestrar til ymisk høvi, alt frá studentaskúlum til pensjónistafeløg.
Í Norðurlandahúsinum hósdagin greiddi hann frá um seg sjálvan og um ymiskt, hann hevur upplivað sum forsætisráðharri, og um persónligheitir, hann hevur hitt í hesum starvi. Ein frágera góður frásøgumaður er hann ? og ikki sørt skemtiligur við sínum speisku og sjálvironisku viðmerkingum.
Í gjár, fríggjadagin, vitjaði Anker Jørgensen í Havnini.
Løgtingsformaðurin, Edmund Joensen og skrivstovustjórin, Súsanna Danielsen vístu honum nýumvælda løgtingshúsið, har ein háskúlaflokkurin eisini fekk høvið at Anker Jørgensen.
Síðan varð vitjað i Undirhúsinum, har Eigil Hansen og aðrir fastir fúsir fúsir fingu eitt hugnaligt prát.
Kl 11 vitjaði Anker Jørgensen í Tilhaldinum í Tórsgøtu, har fitt av fólkið varð komið saman fyri lýða á og hitta fyrrverandi forsætisráðharran.
Í dag, leygardag, vitjar Anker Jørgensen í Klaksvík, og í morgin verður farið í Sandoynna. Anker Jørgensen og Vivy Niemand fara aftur til Danmarkar við flogfari mánadagin.