Anleggsgartnari ella hondverkari til Hjálpirót

Anleggsgartnari ella hondverkari til Hjálpirót

 

 

 

Vit leita eftir starvsfólki við útbúgving innan anleggsarbeiði ella annað handverksarbeiði til at gerast partur av okkara fjølbroytta arbeiðstoymi.

 

Um okkum

 

Hjálpirót er ein anleggsgartnarafyritøka í Tórshavn  við arbeiðsuppgávum kring alt landið. Vit átaka okkum stórar og smáar uppgávur og arbeiða úti alt árið.

 

Fyritøkan hevur 25-30 starvsfólk við ymiskum yrkiskunnleikum, sum saman hjálpast við at loysa tær ymisku verkælanirnar.

 

Arbeiðsøki

Tú kemur millum annað at arbeiða við fylgjandi uppgávum:

 

  • Grevstur og annað jørðarbeiði.
  • Flísaálegging.
  • Grótarbeiði.
  • Timburarbeiði.

 

Tín vangamynd

 

Vit vænta, at tú:

 

  • hevur útbúgving ella royndir innan anleggsgartnara- ella handverksarbeiði.
  • er røkin, álítandi og møtir hugagóð/ur upp til arbeiðis.
  • hevur koyrikort

 

Vit bjóða

 

  • Góð og skipaði arbeiðsviðurskifti.
  • Spennandi og fjølbroyttar arbeiðsuppgávur.
  • Eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har trivnaður fyri øll hevur týdning.
  • Eitt arbeiðspláss, har tú upplivir dygd, virðing og nýhugsan.

 

Løn

Starvið verður sett skjótast til ber. Løn og setanartreytir verða samsvarandi royndum og førleikum.

 

Spurningar?

 

Meiri fæst at vita um starvið við at venda tær  til Sjúrð Jacobæus á telefon 594703.

 

Umsókn

 

Umsókn við CV og prógvum kann sendast til hjalpirot(at)hjalpirot.fo í seinasta lagi mánadagin 11. mai.