Í døgunum 30. apríl til 2. mai verður útsýnistaðið við Trøllkonufingur sett í stand sum partur av ferðavinnuátakinum, Closed for Maintenance.
Tað er Visit Vágar í samstarvi við Vága kommunu, sum stendur fyri arbeiðnum.
- Økið kring Trøllkonufingur er ein vælvitjað perla, bæði hjá føroyingum og útlendingum og krevur tí javnan viðlíkahald. Í ár fara 11 fólk at arbeiða á staðnum í tríggjar dagar við ymiskum ábøtum, sum skulu bøta um bæði atkomuviðurskifti, trygd og náttúruvernd.
Hetta siga tey í Vága kommunu í dag.
Closed for Maintenance er eitt serligt átak, har umleið 80 sjálvboðin úr útheiminum koma til Føroya hvørt ár.
- Tey rinda sína egnu ferð til landið og arbeiða í tríggjar dagar fyri vistarhaldið. Arbeiðið fevnir um at laga varðar, byggja og bøta gøtur og annars gera fyrifallandi arbeiði, sum minkar um árinini av vaksandi ferðavinnu á náttúruna.
Lagt verður aftrat, at í ár verða 11 verkætlanir kring landið framdar sum partur av átakinum – og arbeiðið við Trøllkonufingri er ein teirra.
Luttakararnir, sum fara at arbeiða í Sandavági, koma úr USA, Spania, Belgia, Bretlandi og Hollandi.
Aftrat hesum eru fýra føroyingar við í arbeiðinum, íroknað arbeiðsformenn.
Arbeiðsuppgávurnar á staðnum fevna millum annað um at leiða vatn burtur frá gøtuni, steinseta og bøta um lendið har slit er, mála brúgv og portur og leggja nýtt tilfar í gøtuna, har tað er skolað burtur.
- Við hesum arbeiði er málið at betra um upplivingina hjá teimum vitjandi, styrkja trygdina og samstundis verja viðkvæmu náttúruna á staðnum.











