Sum vit skrivaðu her á in.fo fyrr í morgun heldur Felagið fyri Súkklarar og aðra Ábæra Ferðslu, at elsúklur, eins og elbilar, áttu at sloppið undan at goldið mvg.
Vit hava spurt landsstýrismannin í fíggjarmálum, Aksel V. Johannesen, um hetta er nakað, sum hevur verið umrøtt í politisku skipanini.
– Nei tað haldi eg ikki. Í øllum førum kenni eg nakað til, at hetta hevur verið umrøtt. Men tað er sjálvandi nakað, sum vit kundu hugt uppá, tí eg hugsi ikki, at tað verða seldar so nógvar elsúkklur, at tað hevði blivið ein trupulleiki fyri landskassan, sigur Aksel V. Johannesen.
Elsúkklur gjalda avgjøld eins og allar aðrar súkklur. Tað sigur Bartal í Gongini, sum hevur súkkluhandilin Rent a Bike í Sverrisgøtu í Havn.
– Ja har er eingin avsláttu, sum tað er við elbilum. Elsúkklur gjalda fult mvg og gatttoll akkurát sum allar aðrar súkklur, sigur hann.
Spurdur, hvussu nógvar elsúkklur tey selja í mun til vanligar súkklur, sigur hann, at tað liggur um 20 prosent.
Lesið eisini: Flutningur er meira enn bilar: Avtakið eisini mvg fyri elsúkklur
– Vit selja nógvar barnasúkklur, og vit selja eisini nógvar súkklur til vaksin, sum motionera við at súkkla til arbeiðis. Men umleið 20 prosent av søluni er elsúkklur, sigur hann.
– Og tú motionerar eisini við elsúkklum, tí tú súkklar júst á sama hátt, tú brúkar bara ikki líka nógvar kreftir. Elsúkklan hjálpir tær jú ikki, um tú ikki traðkar, vísir hann á.
Elsúkklur hjá Renta a Bike kostar úr 18.000 krónum. Og tað er væl meira, enn ein vanligt súkkla kostar.
– Skalt tú hava eina fína góða súkklu, so kostar hon einar 8-10.000 krónur. Tá talan er um eina elsúkklu, so skalt tú leggja einar 8-10.000 krónur afturat, sigur hann.
Bartal í Gongini sigur, at tey merkja tað eisini, tá oljuprísurin fer upp.
– Ja tá selja vit fleiri elsúkklur. Bara hesa vikuna hava vit selt tvær, og vit seldu eina í síðstu viku. Vit hava fleri dømi um fólk, sum gera av at selja bil nummar tvey og heldur keypa sær eina elsúkklu, tí tá sparir tú veruliga pengar, sigur hann.
Í Føroyum eru seks súkkluhandlar, tríggir teirra eru í Havn.











