Føroyska Ann Andreasen er í Ummannaq heiðrað við fortjenstemedaljen frá grønlendska Landsstýrinum fyri arbeiðið á Barnaheiminum í Ummanaq, har hon hevur verið leiðari í 26 ár.
Lars Emil Johansen, landstingsformaður, handaði Ann Andreasen medaljuna. Í taluni grundgav hann fyri, hví júst hon bleiv heiðrað.
-Nersornaat í silvuri verður latin grundað á, at tú í langa tíð og í ógvuliga stóran mun við heiðursverdugum arbeiði fyri Grønland og ótroyttiliga hevur syrgt fyri positivum upplivingum fyri børnini, sum búgva á barnaheiminum í Ummannaq, og at tú hevur skapað gróðrarbotn fyri vøkstri og menning í samfelagnum lokalt, í tjóðini, altjóða og upp á tvørs av mentanum og løgum í samfelagnum, verður millum annað sagt í grundgevinginum.
Ann Andreasen hevur sett Ummanaq á heimskortið bæð ígjøgnum sítt arbeiði sum barnaheimsleiðari, við filminum INUK og við at seta á stovn ein arktiskan depil fyri mentan og gransking.
Ann Andreasen hevur staðið fyri filminum INUK, sum er tikin upp í Ummannaq, og er vorðin viða kendur og hevur fingið fleiri heiðurslønir.
Sum nýútbúgving pedagogur fór hon til Grønlands at arbeiða á barnaheiminum í Ummannaq. Hon ger nógv fyri at stimbra sjálvsvirðing barnanna við t.d. at lata tey fara veiðuferðir á hundasletu saman við teimum veiðumonnum, sum eru eftir í Norðurgrønlandi.
Mynd. Patric Merel