Annika Olsen hevur heitt á Fíggjarmálaráðið um at taka málið upp um, hvussu fráfaringaravtalur verða gjørdar, tá almennir stjórar fara úr starvi.
Hetta segði hon í tinginum fyri løtu síðani í sambandi við ein munnligan fyrispurning frá Sirið Stenberg, tingkvinnu fyri Tjóðveldi, um fráfaringaravtalur við almennar stjórar.
Kjakið er komið í kjalarvørrinum av, at tað almenna brúkar milliónir at løna fólki, sum ikki eru til arbeiðis. Síðstu dømini eru úr Almannaverkinum, har bæði stjóri og leiðari eru koyrdir úr starvi við góðum fráfaringarlønum.
– Landsstýrisfólk fáa eisini gylt lógvatøk. Verða vit koyrd úr starvi og fara aftur í tingið, so fáa við um 90.000 krónur, tí vit bæði fáa landsstýrisløn og tingmannaløn samstundis. Er hetta rættvíst, spurdi Annika Olsen á tingsins røðarapalli – helst við tilsiping til tað, sum in.fo hevur skrivað í morgun um lønarhækkingina hjá Kára P. Højgaard, sum blívur landsins hægst lønti landspolitikari, nú hann fer úr landsstýrinum og aftur í tingið.
LES GREININA »Kári P. Højgaard fær lønarhækkan«
Hon gjørdi greitt, at tað er Fíggjarmálaráðið, sum eigur málsøkið við stjórasáttmálum. Men hon hevur boðað frá, at hon vil hava hetta broytt og vil hava Fíggjarmálaráðið at taka hetta upp.