Annika Olsen vil ikki góðtaka sparingarnar

ALMANNAVERK Landsstýriskvinnan í almannamálum vil hava nýggja semju í samgonguni um sparingarnar í almannaverkinum, men næsta ár skal hon spara 10 milliónir

- Hetta ber slett ikki til!
Annika Olsen, landsstýriskvinna í Almannamálum, vil nú hava nýggjar samráðingar í samgonguni um, hvussu stórar skerjingar skulu verða í almannaverkinum næsta ár.
Tað hevur ligið í kortunum, at Almannaverkið skal spara næstan 200 milliónir hesi næstu fýra árini.
Ein orsøk til hetta er, at tá ið fíggjarkarmarnir vórðu samtyktir í vár, er tað gloppið burtur ímillum, at einar 100 milliónir skulu brúkast til at reka tey nýggju ellis- og røktarheimini og sambýlini, sum eru í ger og tí er onki sett av til endamálið.
Annika Olsen sigur, at sjálvandi skulu tey ellis- og røktarheim og sambýli, sum verða bygt, eisini takast í nýtslu, tí at byggja tey fyri síðani at lata tey standa tóm, er ikki at gagnnýta skattgjaldarans pengar serliga væl.
- Men tað sigur seg sjálvt, at ein sparing í almannaverkinum upp á 200 milliónir er fullkomiliga veruleikafjarð.
Hóast vit avtaka alla forsorg, gevur tað ikki meiri enn góðar 150 milliónir í sparing og øll trivnaðartænastan kostar slakar 180 milliónir.
Tí vil Annika Olsen hava nýggjar samráðingar í samgonguni um, hvussu sparingar skulu býtast ímillum tey ymsu ráðini.
- Samgongan er samd um, at almennu útreiðslurnar skulu ikki hækkast og tí mugu vit tosa saman um, hvar sparingar skulu setast í verk, tí at spara so nógv á almannaøkinum, er so veruleikafjart, at tað góðtaki eg ikki, sigur Annika Olsen.
- Eg havi eitt pínumark fyri sparingum og eg fari ikki at góðataka allar hasar sparingarnar, tí hetta er tann veikasti bólkurin í samfelagnum, staðfestir hon.
Men hon sigur, at umframt sparingar, má samgongan eisini leggja seg í selarnar fyri at útvega samfelagnum fleiri inntøkur fyri at avmarka sparingarnar.
- Men tað er onki at ivast í at sparingar fara at verða settar í verk og at tað fer at raka onkustaðni. Uppgávan verður so at leggja til rættis, so at sparingarnar raka sum minst, har talan er um ein veruligan tørv, men at tær í mesta mun raka tey, sum tola tað frægast, sigur Annika Olsen.
- Mín uppgáva verður at verja tey veikastu í samfelagnum, leggur hon afturat.
Hon heldur, at samgongan skilir støðuna og er sinnað at tosa um málið.

Umfatandi umleggingar
Landsstýriskvinnan er av teirri sannføring, at tað ber ikki longur til at fara við sláimaskinuni og skera eitt sindur av her og har.
- Tað verður neyðugt at gera umfaandi umleggingar og nýskipanir fyri at fáa játtanina at røkka til.
Sjálv væntar Annika Olsen, at tann stóri bardagin um játtanina verður í 2013 og tey næstu árini, tí tá verður tað, at tær stóru sparingarnar skulu finnast.
- Men vit hava stórt hall, so tað er eyðsæð, at álvarslig stig skulu takast.
- Trupulleikin verður ikki loystur eftir einum ári, men tað skulu stórar umleggingar til, so tey, sum veruliga hava tørv á stuðuli, fáa ein veruligan stuðul, men at tey, sum klára seg við minni, skulu fáa minni.
Og eitt, sum Annika Olsen ætlar sær at leggja stóran dent á, er endurvenjing og fyribyrgjkandi tiltøk so at fólk kunnu vera heima longri og ikki verða løgd inn á ellis- og røktarheim so tíðliga.

Skal spara 10 milliónir
Næsta ár skal Almannaverkið spara 10 milliónir.
Tað staðfestir Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum.
Men hvar tær sparingarnar verða settar í verk, hevur hon ongar viðmerkingar til, fyrrenn fíggjarlógin verður løgd fram.
Men ein ætlan, sum er slept, er ætlanin uma at lækka fyritíðarpensjónirnar.
Tað er ein sparing, sum varð umrøtt longu í vár og sum umsitingin síðani hevur arbeitt við.
Eftir ætlanini skuldu fyritíðarpensjónirnar lækka ímillum 2,6% og 5,7% og tað skuldi geva landskassanum ein sparing upp á 10 milliónir.
Eftir teirri ætlanini høvdu summir bólkar av fyritíðarpensjónistum komið í vanda fyri at enda í fátækradømi eftir tí marki, sum Hagstovan hevur roknað seg fram til.
Men tann sparingin er slept og verður ikki sett í verk.
- Tað er ein sparing, sum rakar so tey, sum hava lítið frammanundan, sera meint og tí er tann ætlanin slept, sigur Annika Olsen.
Hon tað slepst ikki undan, at sparingarnar raka onkran.
Men Annika Olsen sigur, at tað, hon fer at miðja eftir, er, at raka tey allarveikastu sum minst, so at sparingarnar raka tey, sum tola tað frægast.