AP Møller á Drelnesi

Danska fyritøkan Danbor Service í Esbjerg hevur gjørt fullfíggjaða verkætlan fyri útbygging av øllum Drelnes-økinum við tí fyri eyga at leggja Føroya fyrstu og møguliga einastu oljuútgerðarhavn har. Talan er um eina útbygging fyri umleið hálvthundrað milliónir krónur

Ætlanin at gera Drelnes til oljuútgerðarhavn gerst nú veruleiki. Arbeitt hevur verið við hesi ætlan í skjótt tvey ár, og nú tykist at verða rokkið á mál við fyrireikingunum. Tað er Danbor Service í Esbjerg, ið er partur av stóra AP Møller-samtakinum, sum hevur gjørt uppskot til eina útgerðarhavn á Drelnesi, ið skal ganga komandi oljuleitingini við Føroyar til handa.

Sosialurin skilur, at ætlanin var at vísa eitt stórt modell av útgerðarhavnini fyri almenninginum í hesi vikuni, men henda ætlanin er vorðin av ongum orsakað av verkfallinum í Danmark.

Stóra verkætlanin, sum er gjørd í samráð við myndugleikar og vinnulív í Suðuroynni, fevnir um alt økið kring Drelnes. Gamla saltsiloin skal burtur, og atløgubryggja skal gerast. Tað skilst, at talan er um eina útbygging fyri einar hálvthundrað mill. kr.

Ein av orsøkunum til at danska fyritøkan er sinnað til at gera íløgur í eina útgerðarhavn á Tvøroyri er tann, at hon vil liggja næst leiðunum, har leitað fer at verða eftir olju og gassi við Føroyar.

Blaðið skilir, at suðuroyingar er sera spentir um hesa ætlan, tí mett verður, at hon - gerst hon veruleiki - kann verða við til at steðga fráflytingini og fáa fólk at støðast aftur.

Ein útgerðarhavn kann uppá longri sikt fáa ómetaliga stóran týdning fyri ikki bert Drelnesøkið men fyri alla oynna.

Meira um hetta mál í komandi blað.