Ben Arabo
Flestu føroyingar nema sær í dag útbúgving í Danmark. Nøkur eru í øðrum Norðurlondum og so fer ein lítil prosentpartur aðrastaðnis at lesa. Hetta er óheppið fyri Føroyar. Ikki tí. Skandinaviskar utbúgvingar eru ivaleyst líka góðar sum útbúgvingar aðrastaðnis, men tað handlar ikki bara um lærdómin. Tá 9 útav 10 føroyingum, sum fara at lesa, fara til Danmarkar, so fylgir eitt danskt netverk og ein danskur máti at hugsa uppá við og ikki minst ein donsk uppfatan av hvussu ting skulu umsitast. Hetta er ikki ein kritikkur av hesum, men tað er umráðandi at vit eisini fáa netverk og íblástur úr øðrum londum.
Føroyar eru so lítlar, at vit mugu tilpassa okkum til heimin, tí at eitt er vist, og tað er, at heimurin tilpassar seg ikki til okkum.
Tað er umráðandi, at vit fáa okkara unga fólk út í onnur lond at lesa, útyvir Danmark og Skandinavia. Hetta merkir ikki, at eingin skal fara til Danmarkar og Norðurlond í framtíðini, har er eitt gott søguligt samband og ikki hevði tað verið gott, um vit einki útbúgvingarligt tilknýti høvdu til okkara norðulendsku grannar.
Hví fara ffleiri ikki út í heim í dag? Ein meinbogi kann verða, at man hevur favoriserað danskar útbúgvingar í nógv ár. Til dømis finnast sáttmálar við tað almenna, har normerað tíð hevur ávirkan á løn. Hvat er hetta fyri fjas? Hetta favoriserar lond við teimum minst intensivu lesiplanunum. Lat okkum koma burtur frá hesum, og síðustilla ein kandidat frá Roskilde ella Keypmannahavn við ein frá Oxford, Milano, Sorbonne ella Seattle. Gera vit ikki tað, so kunnu vit gloyma alt tos um at gerast meiri international í Føroyum.
At verða eitt lítið land verður ofta framført sum ein vansi, men tá tað kemur til almenna umsiting og hvussu vinnan fær karmar at virka undir, so er tað ein stórur fyrimunur. Trupulleikin er bert tann, at vit kopiera danska lóggávu so at siga kritikkleyst, uttan at hyggja eftir, um frakkin ikki er for stórur. Donsk lóggáva og donsk umsiting riggar ivaleyst frálíkt í Danmark og kunnu vit sikkurt læra nógv gott higani, men Føroyar eru ikki Danmark, og føroysk vinna er ikki donsk vinna, tí at skalain er ein heilt annar. Tá vit kopiera danska lóggávu og donsk umsitingarmodellir, so lóggeva vit okkum burtur úr øllum teimum fyrimunum, vit hava sum eitt lítið samfelag.
Vit hava for nógvar lógir og for torskildar lógir. Vit lóggeva sum eitt stórt samfelag við óavmarkaðari umsiting. Tað ber ikki til hvørki samfelag ella vinna hevur ráð til tað. Vit eiga at foreinkla lógarverkið og uppfinna umsitingarskipanir, sum øll onnur lond øvunda okkum. Vit eiga at leiða og ikki elta.
Vit eiga sum mál at hava heisins mest effektivu skattaskipan, tí vit eru eitt av minstu londum við einum frálíkum elektroniskum infrastrukturi.
Um vit hyggja uttanfyri donsku og skandinavisku bøgarðarnar eftir íblástri viðvíkjandi eina universalskattaskipan fyri øll - borgarar og vinnu - so kunnu vit til dømis hyggja at APT skattinum, sum amerikanski økonomiprofessarin Edgar L Feige úr University of Wisconsin í Madison, hevur skotið upp. APT stendur fyri Automated Payment Transaction. Skipanin gongur stutt og greitt út uppá, at betalari og móttakari av einari og hvørjari pengatransaktión automatiskt betala ein lítlan prosentpart í skatti í USA roknar Feige við 0.3%, men viðgongur at hetta % eigur at verða hægri fyri europeisk lond við hægri almennum útreiðslum. Ein slík skipan vildi merkt, at óansæð um tað var løn, handilskeyp, keyp av rávøru, søla av liðugtvøru, útgjald av dividendu, keyp av partabrøvum, søla av einum banka o.s.fr. So skuldi hetta lága gjald automatiskt farið í skatti. Hetta er ein skattur av hvørjari transaktión og ikki av yvirskoti. Eingin sjálvuppgáva, eingin MVG uppgerð, so at siga eingin umsiting, tí skattinkrevjingin verður gjørd av einari maskinu í einum almennum kjallara. Utopi? Eg veit ikki, og problemið er, at tað ger heldur eingin annar, so leingi hetta ikki verður kannað. Riggar ein slík APT skattaskipan nakrastaðnis í verðini, so riggar hon í Føroyum.