Arbeiðarafeløgini í Samtak stuðla Føroya Fiskimannafelag av heilum huga, og vænta og vóna, at felagið fær sítt, og at Fiskimannafelagið slakar ikki í prinsipiella spurninginum um oljuna.
Tað stendur á heimasíðuni hjá Samtak.
- At verkbann er lýst í fiskivinnuni er keðiligt, og tað rakar fiskimenninar og teirra familjur hart. Arbeiðarafeløgini skilja væl, at fiskimannafelagið og hini manningarfeløgini ikki vilja rinda fyri oljunýtsluna hjá flotanum, skriva Arbeiðarafeløgini.